fýra brøður eru eldri. Hon fór til Havnar í 1955, sum 21 ára gomul, at læra til hárfríðkanarkvinnu hjá Juttu Andreasen, sum helt til á "Glade Hjørn". Hon starvaðist í Havn til 1960, tá hon byrjaði við egnari [...] egnari hárfríðkanarstovu í Klaksvík. Í 1962 giftist hon við Hans Andrias Davidsen, ?Hassadi?, av Nesi, og fingu tey tríggjar døtur. Ansi, sum býr í Klaksvík, Eydnu, sum býr í Havn og Nitu, sum býr í Key
føroyskum fiskiskipum, til hann fekk starv á skipasmiðjuni á Skála 16. apríl í 1963. Hetta var um ta tíðina, tá teir bygdu fyrsta stálskipið, Boðanes. Asaf byrjaði sum arbeiðsmaður, men lærdi til sveisara og fekk [...] fyrsti á skipasmiðjuni, sum fekk serfikat sum aluminiumssveisari. Hann var m.a. við til at sveisa tær flestu brúgvarnar til stásiligu nýbygningar, sum gjøgnum árini eru bygdir á skipasmiðjuni. At Asaf var [...] fyrsta royndartúri. Asaf gevst nú á Skipasmiðjuni, hann verður um stutta tíð 76 ára gamal. Hann giftist 14. september í 1954 við Áslu, f. Olsen, úr Syðrugøtu, tey eiga børnini Ólav og Malenu.
arbeiddi hon í Klaksvík, har hon hevði húspláss. Í 1956 giftist Gudrid við Jóhan Dahl Sørensen, vanliga nevndur Dahl, av Viðareiði, og í 1957 flutti hon til Viðareiðis at búgva, har tey róku handilin "í Hoygarðinum" [...] lært at spæla upp á orgul, og sum 13 ára gomul byrjaði hon at spæla í kirkjuni og til møtir í skúlanum. Síðan hon kom til Viðareiðis, hevur hon verið organistur í kirkjuni og eisini avloyst sum klokkari [...] familjuni hjá Jóhan í mong ár. Eftir at Jóhan doyði í 1982, 56 ára gamal, rak Gudrid handilin víðari til 1985, tá hon gavst at handla. Síðan tá hevur hon arbeitt í fiski og vaska í skúlanum. Í skúlanum í
Fjallsbak varð føddur á Skarði. Tey giftust í 1936 og búsettust á Eiði, men fluttu síðan til Klaksvíkar at búgva og at enda til Havnar. Lovisa og Jógvan Páll fingu 6 børn. Odd og Hans Eliesar búgva í Klaksvík [...] børn: Haldis í 1965, Petur Martin í 1972 og Lovisu í 1978. Elsa hevði ymisk arbeiði, til hon í 1988 fór at læra til tannklinikkassistent og fekk starv á Tannklinikkini í Vágsbotni hjá Elini og Margit Svarrer [...] Kjølbro, sum varð roknað millum tey fínaru arbeiðsplássini í Klaksvík fyri 40 árum síðani. Í 1965 giftist Elsa við Jonhard Glerfoss úr Mikladali, og tey búsettust í Havn í 1967. Hann er snikkari. Tey fingu
Trý ára gamal flutti Sigurd við foreldrunum til Klaksvíkar, har hann vaks upp. 21 ára gamal fór hann aftur til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður burtuav. Í Sjóvinnubankanum var hann eitt skeið [...] Sigurd í starv hjá honum á tí felagnum, sum seinni bleiv til Esso og nú Statoil. Arbeiðið á oljusøluni gjørdist hansara lívsstarv. Sigurd giftist í 1938 við Onnu Katrinu Hansen, nevnd Tinna, av Toftum. [...] rættlesari. Í tí sambandi kann nevnast, at eitt av teimum størru arbeiðunum á tí økinum, hann var við til, var at rættlesa fyrstu føroysku bíbliutýðingina, sum kom út í 1947.
Sápuhúsinum. Áðrenn hon giftist var hon eitt skifti í Keypmannahavn og tænti, og fyrst í seksti árunum arbeiddi hon í Radio El, sum William Sloan átti. 22. august í 1949 giftist Kirstin við Leivuri Andreassen [...] Havn. Fýra ár eftir, at tey bæði vóru gift, fluttu tey til Keypmannahavnar, sum Leivur sigldi út frá. Tey búðu niðri í trý ár. So fluttu tey aftur til Havnar. Fyrst búðu tey í raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu [...] børn. Av teimum komu ellivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatuligt, at tað bar teimum til at búleikast í lítlu húsunum við Tinghúsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir. Tey ellivu systkini
at fara upp í Fatah-rørsluna hjá Yasser Arafat, tí kenda PLO-leiðaranum. Seinni flutti Tass til USA, giftist og fór at arbeiða í matstovuvinnuni, og eftir nøkrum árum var hann ein dugnaligur handilsmaður [...] Nøkur ár senni valdi Tass saman við konuni at flyta aftur hagar, hann varð ættaður. Seinni flutti hann til Jeriko, har hann saman við øðrum stendur á odda fyri einum hjálpararbeiði millum muslimsk børn í Jeriko [...] í Klaksvík og páskadag í missiónshúsinum í Leirvík. Tað er Ísraelsmissiónin, ið hevur boðið Tass til Føroya
trúboðanarskipinum Logos 1. Hann var við OM frá 1971 til 1975. Í 1977 giftist Eirikur við Marjun á Bergi úr Klaksvík. Eftir at tey vórðu gift, fluttu tey til Danmarkar, har hann fekk sær útbúgving sum mask [...] maskinmeistari og varð liðugur í 1980. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1980 og síðan í nýggj hús á Signabø í 1982. Eirikur hevur hevur altíð havt stóran áhuga fyri øllum sum hevur við maskinur at gera, og hann
Alfred er ættaður av Hellunum, men kom rættuliga ungur til Fuglafjarðar. Hann giftist við Dianu Klein, ið eisini var av Hellunum. Tey settu búgv í Fuglafirði. Alfred hevur verið ein sjáldsamur maður í [...] í mangar mátar, og ein sera raskur maður. Sum ungur fór hann til skips, sum so mangir av hansara aldri vóru. Seinni gjørdist hann fastur landari hjá Havsbrún. Hetta starv røkti hann í samfull 30 ár í trúskapi [...] Sum organisatiónsmaður hevur hann verið trúgvur ímóti teimum feløgum, ið hann hevur verið limur av, til dømis Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag og pensiónistafelagnum í Fuglafirði. Góði Alfred, vit fara at
bommvirki í Havn, áðrenn hann kom til málingahandlinum hjá Poul í Geil, har hann arbeiddi í 34 ár, eftir tað arbeiddi hann í 16 ár á heilsøluni hjá Esmari Hansen. Hendrik giftist í 1950 við Amandu, f. Magnussen [...] Magnussen, úr Saltangará. Tey fluttu tá í nýggj hús á Hálsi, har tey enn búgva. Amanda kom til Havnar sum 16 ára gomul at halda hús hjá Annu í Baiansstovu og Edvard Bærentsen, skómakara, í Nýggjustovu. Amanda [...] um at søkja um at blíva happadráttarseljari. Hon seldi happadráttarseðlar í Niels Finsensgøtu líka til 15. mai í ár. Amanda og Hendrik eiga døturnar Maritu og Birgit, sum báðar búgva í Vanløse í Danmark