Elsa Glerfoss 60 ár

Mánadagin 5. mai fylti Elsa Glerfoss í Havn 60 ár.

Hon varð fødd á Eiði, haðani mamman Lovisa var. Páin Jógvan Páll Fjallsbak varð føddur á Skarði. Tey giftust í 1936 og búsettust á Eiði, men fluttu síðan til Klaksvíkar at búgva og at enda til Havnar.
Lovisa og Jógvan Páll fingu 6 børn. Odd og Hans Eliesar búgva í Klaksvík. Poul Erik í Miðvági. Snorri býr í Havn og Herbein í Keypmannahavn.
Jógvan Páll átti farmaskipið Elsu F, kallað upp eftir einastu dóttrini.
Elsa vaks upp í Klaksvík, har hon tók realprógv í 1960. Hon fór at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Norðlýsinum, har Símun Hansen var stjóri og blaðstjóri. Hon var eisini á háskúla í Helsingør, arbeiddi í handlinum á Stongunum og skrivstovuni hjá Kjølbro, sum varð roknað millum tey fínaru arbeiðsplássini í Klaksvík fyri 40 árum síðani.
Í 1965 giftist Elsa við Jonhard Glerfoss úr Mikladali, og tey búsettust í Havn í 1967. Hann er snikkari. Tey fingu 3 børn: Haldis í 1965, Petur Martin í 1972 og Lovisu í 1978.
Elsa hevði ymisk arbeiði, til hon í 1988 fór at læra til tannklinikkassistent og fekk starv á Tannklinikkini í Vágsbotni hjá Elini og Margit Svarrer.