Palestini vitjar á páskum

Á páskum vitjar palestinin Tass Saada, sum eina ferð var ein av næstu monnunum hjá Yasser Arafat, í Føroyum.

Tass er føddur í Gasageiranum, men vaks upp í Saudiarabia og í Katar. Hann varð lærdur upp við at hata jødar og Ísrael, og sum 17 ára gamal valdi hann at fara upp í Fatah-rørsluna hjá Yasser Arafat, tí kenda PLO-leiðaranum. Seinni flutti Tass til USA, giftist og fór at arbeiða í matstovuvinnuni, og eftir nøkrum árum var hann ein dugnaligur handilsmaður, sum átti fleiri matstovur og nógvar pengar. Um hetta munmdið tók hann við kristnari trúgv.

Nøkur ár senni valdi Tass saman við konuni at flyta aftur hagar, hann varð ættaður. Seinni flutti hann til Jeriko, har hann saman við øðrum stendur á odda fyri einum hjálpararbeiði millum muslimsk børn í Jeriko.

Í Føroyum fer Tass at greiða frá síni sera áhugaverdu og spennandi lívssøgu. Mikudagin 27. verður hann í fimleikarhøllini í Porkeri, skírisdag í missiónshúsinum í Sørvági, langafríggjadag í meinigheitshúsinum í Havn, páskaaftan í Badmintonhøllini í Klaksvík og páskadag í missiónshúsinum í Leirvík.

Tað er Ísraelsmissiónin, ið hevur boðið Tass til Føroya