Malan er ættað úr Klaksvík, hon er dóttir Sigrid og Esbern Joensen (Esbern í Vági). Hon er yngst av fimm systkjum, fýra brøður eru eldri.
Hon fór til Havnar í 1955, sum 21 ára gomul, at læra til hárfríðkanarkvinnu hjá Juttu Andreasen, sum helt til á "Glade Hjørn".
Hon starvaðist í Havn til 1960, tá hon byrjaði við egnari hárfríðkanarstovu í Klaksvík.
Í 1962 giftist hon við Hans Andrias Davidsen, ?Hassadi?, av Nesi, og fingu tey tríggjar døtur. Ansi, sum býr í Klaksvík, Eydnu, sum býr í Havn og Nitu, sum býr í Keypmannahavn. Hassadi andaðist í 1978.
Malan hevur arbeitt sum sjálvstøðug hárfríðkanarkvinna í 44 ár, og arbeiðir hon enn hvønn dag á "salongini". Eisini er hon ofta á sjúkrahúsinum, røktarheiminum og sambýlum og fríðkar hárið hjá teim eldru og sjúku.
Malan og Theodor Sólbjørg, sum bæði vóru einkjufólk, funnu saman í 1980. Theodor eigur 4 døtur, Birgit, sum býr í Noregi, Berthu, sum býr í Danmark, Sonju, sum býr í Søldafirði og Bryngerð, sum býr í Klaksvík.
Tilsamans eiga Malan og Theodor 18 ommu- og abbabørn.
Vit ynskja Maluni hjartaliga tillukku við degnum og eitt gott føðingardagshald á Skúlaheiminum í kvøld.
xxx.