Hendrik Jacobsen 90 ár

Mikudagin 13. august fylti Hendrik Jacobsen, Hendrik í Dávastovu í Havn, 90 ár

Hendrik er ein kend býarmynd í Havn. Foreldrini vóru Marsanna, f. Mouritsen, og Michael Rudolf Jacobsen, vanliga nevndur Mik.
Hendrik var í mong ár leiðari hjá Skótaliði Sigunds Brestissonar. Tey flestu kenna hann sum "Boss" frá gulu skótunum í Havn. Sum ungur arbeiddi hann á einum bommvirki í Havn, áðrenn hann kom til málingahandlinum hjá Poul í Geil, har hann arbeiddi í 34 ár, eftir tað arbeiddi hann í 16 ár á heilsøluni hjá Esmari Hansen.
Hendrik giftist í 1950 við Amandu, f. Magnussen, úr Saltangará. Tey fluttu tá í nýggj hús á Hálsi, har tey enn búgva.
Amanda kom til Havnar sum 16 ára gomul at halda hús hjá Annu í Baiansstovu og Edvard Bærentsen, skómakara, í Nýggjustovu.
Amanda plagdi at hjálpa Tinu Jacobsen, systir Hendrik, at selja happadráttarseðlar. Tá Tina doyði í 1973, varð Amanda biðin um at søkja um at blíva happadráttarseljari. Hon seldi happadráttarseðlar í Niels Finsensgøtu líka til 15. mai í ár.
Amanda og Hendrik eiga døturnar Maritu og Birgit, sum báðar búgva í Vanløse í Danmark. Ommu- og abbabørnini er trý: Bo Uni 20 ár, Durita 19 ár, og Ida Sofía 12 ár
90 ára føðingardagurin varð hildin á Lyngholmvej 20, 2720 Vanløse