Alfred er ættaður av Hellunum, men kom rættuliga ungur til Fuglafjarðar. Hann giftist við Dianu Klein, ið eisini var av Hellunum. Tey settu búgv í Fuglafirði.
Alfred hevur verið ein sjáldsamur maður í mangar mátar, og ein sera raskur maður. Sum ungur fór hann til skips, sum so mangir av hansara aldri vóru.
Seinni gjørdist hann fastur landari hjá Havsbrún. Hetta starv røkti hann í samfull 30 ár í trúskapi.
Alfred hevur eisini verið seyðamaður í heili 60 ár, og hann hevur verið sera gløggur við at kenna væl seyð. Ikki einans tann seyðin sum gekk í haganum har hann røktaði, men eisini grannaseyðin, og tann seyðin sum gekk millum húsini um veturin ? áðrenn seyðurin bleiv stikaður úti.
Eitt annað sum sermerkir Alfred, er at hann er sera søguríkur maður. Hann veit sera nógv at greiða frá, hendingum og ættarfólki. Tað er ofta ein fragd at koma á tal við hann.
Sum organisatiónsmaður hevur hann verið trúgvur ímóti teimum feløgum, ið hann hevur verið limur av, til dømis Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag og pensiónistafelagnum í Fuglafirði.
Góði Alfred, vit fara at ynskja tær ein góða tíð framyvir, og at Guds signing fylgir tær.
Símin P. Poulsen