javnt í liðkappingini. Haldur Suni Johansen við hvíta fólkinum megnaði ikki at koppa Helga Joensen úr Toftum. Haldur fekk lítlan fyrimun, men hesin fyrimunur varð ov lítil til at vinna talvið. Helgi kom fyri [...] tíðarneyð og bleiv øllum rokinum mátaður. Á fjórða borði hevði Martin Poulsen úr Havn hvalbiarprestin yvir av sær. Hvalbiarprestur hevur ikki telva í fleiri ár, men tað sigst at hann hóast alt hevur hildið telvingina [...] gloymt mannagongdina. Hann vann nevnliga móti Bergi Magnussen. Jógvan Martin varð trýstur mestapartinum av talvinum, men Bergur ofraði ov nógv, og bleiv móti endanum mátaður. Støðan eftir fimm umfør: Havnin
. Løgmaður stjórnar At siga, at Anfinn Kalsberg ikki er vanur at stjórna, er kanska at taka munnin av fullan, men neyvan hevur løgmaður áður stjórnað einum symfoniorkestri. Sum eina sera áhugaverda og [...] vóru ikki so nógvir útlendskir tónleikarar við, sum onkutíð fyrr. Tey ungu, ið leiktu við, taldu 1/3 av tónleikarunum og er tað gleðiligt, at arbeiðið, sum verður gjørt í Musikskúlanum, nú byrjar at hómast [...] Sirpur og solistar Fyrst á skránni var Tjóðsangurin. Vakurt ljómaði ?Tú alfagra land mítt? hjá Símun av Skarði og Petur Alberg. Síðani fór orkestrið undir eina ouverturu. Ein Morgen, ein Mittag und ein Abend
konseptið, sum 90?ini ríkaðu heimin við hevur líka sum alt annað, ið vísir seg at bera til, verið rátroytt av øllum artistum við respekt fyri sær sjálvum. The Corrs sleppa væl frá hesum ekseprimenti. Løgini liggja [...] Nýggja lagið ?Radio? er longu væl á veg at gerast eitt hit. Ongin kollvelting, null provokatión, men flott og frálíkt kortini. Penur poppur til skikkilig fólk.
eru eisini áhugaverdar løtur á ?Songs From The Last Century?. Eitt nú er útsetingin av gamla Police lagnum ?Roxanne? flott og øðrvísi frá upprunalagnum. George gevur sína egnu sera musikalsku og sterku tulking [...] afturum? Kanska er orsøkin, at her liggur eisini ein farri av musikalskum snobbaríi í hesi útgávuni. ?Songs From The Last Century? luktar av Big Money og Big Band. Men her er onki Big Bang. ?It has been [...] ? heimsins besti popp sangari, sum fleiri kalla hann ? hevur leitað aftur í tíðina, funnið nakrar av sínum yndissangum og síðani latið teir í big-band-kryddaðan Las Vegas búna saman við produsaranum Phil
eina søgu hjá Williami og hann byrjaði longu í 1993. Í 1998 kom ferð á arbeiðið. Úrslitið er ein flott skreyt bók, ið vendir sær til børn, men sum alt húskið kann savnast um. At bókin eisini kemur út á [...] skúlaverkið og at henda bók vendir sær til miðnámsskúlar, men eisini almenningin. Í bókini eru mangar av myndum Williams og Skúlabókagrunnurin gevur eisini út plakat og tvey postkort í samband við 100 ára
gavst stutt aftaná. Stórsigur Toftamenn fingu av at vita frá hvalvíkingum hetta vikuskifti. Heili 3,5-0,5 vunnu hvalvíkingar. Jens Kristian Hansen úr Toftum tapti heldur óvæntað móti Martini Brekká. Martin [...] endaði sostatt við 4,5 stigum av tíggju møguligum. Eftir sjeynda umfar hevði Flóvin bert 2,5 stig, men hann gjørdi tíbetur eitt gott hál móti endanum. Flóvin endaði sum nummar 72 av 123 luttakarum. Hann stendur [...] tað til eitt hálvt stig. Jústines stóð annars betur, hevði finnu meir, men lukkaði sjálvur støðuna av og talvið endaði javnt. Kollfirðingar ota seg fram Eftir at kollfirðingar vunnu 2,5-1,5 móti sanda
er stórfingin tónleikur við sera vælljómandi kórútsetingum, sum týdningarmiklum parti av tónleikinum. Stórt kór. Flott kór. Djúpur teldubassur og góðar trummur. Óivað ein fløga, ið hóskar stak væl, um ein [...] So er tað meira upp til hin einstaka, um hugurin stendur til teldukendan tónleik. Synth. Men ein flott framleiðsla. Og havnið Enigma er ikki ókent, hóast tað ikki er umboðað í mínum savni og ikki sigur
fyrstu ferð hittast saman við nýggja venjaranum, Jóannesi Jakobsen, og í dag verður av álvara lagt til brots. Tríggir av spælarunum hjá B68 eru í Spania við landsliðnum. Teir eru Fróði Benjaminsen, Øssur [...] mest nærlagt myrku tíðina, meðan onnur feløg hava valt at lata spælararnar hava frið og hvíla seg. Á Toftum hava spælararnir havt møguleikan at spæla innandura onkra ferðina hvørja viku. Í gjárkvøldið skuldu [...] átti at gjørt, at sannlíkið var størri at sleppa undan skaðunum, sum nógvir plaga at vera plágaðir av fyrstu vikurnar, tá tunga venjingin er á skránni, sigur Sámal Joensen. Hóast hann heldur seg vera væl
burturúr, nevniliga nakrar forvitnisligar sendingar um ein av heimsins gitnastu tónleikabólkum - The Beatles. Suni Merkistein hevur altíð verið hugtikin av The Beatles. Hann fæst ikki við tónleik og metir seg [...] Hinir limirnir í Beatles komu allir úr smáum raðhúsnum í arbeiðarabýlingum. Nakrir av hesum býlingum eru enn í dag merktir av hørðum umhvørvi. Húsini, har Paul McCartney vaks upp, eru í dag rættiligt savn [...] sum næstan metir sítt samband við The Beatles, sum eitt fyrsta forelskilsi. Suni hevur lisið nógvar av teimum mongu bókunum, ið eru skrivaðar um bólkin úr Liverpool. Tá hann hevur sæð onkra dokumentarsending
Toppliðið úr Havn fekk hetta vikuskifti vitjan av hvalvíkingum. Úrslitið varð 3-1 til Havnarmenn, og viðførdi at hvalvíkingar nú eru komnir í tann heldur tungara endan. Á fyrsta borði átti Martin Brekká [...] roynd og veru kundi fara báðar vegir. Men Sámal kom í svára tíðarneyð og tað gjørdi Herluf sær dælt av. Á fjórða borði vann Martin Poulsen úr Havn eftir bert níggju leikir móti Bergi Magnussen. Bergur telvaði [...] Wenzel tríggjar finnir. Á fjórða borði átti Dánjal Haraldsen helst at vunnið, men Jústines Hansen úr Toftum sveik ei heldur hesa ferð. Jústines hevur altíð verið drúgvur og fekk tí hálað hálvt stig heim. Við