Í gjár boðaðu 3 forløg til tíðindafundar. tey løgdu hvør sína bók fram og aææalr 3 bøkurnar koma út í samband við 100 ára dag William Heinesens, ið verður leygardagin.
Veingjaða Myrkrið
Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags legði fram bókina Veingjaða Myrkrið.
Bókin kom upprunaliga út í 1953. Edvard fekk fyri mongum árum síðani hugskotið at myndprýða eina søgu hjá Williami og hann byrjaði longu í 1993. Í 1998 kom ferð á arbeiðið. Úrslitið er ein flott skreyt bók, ið vendir sær til børn, men sum alt húskið kann savnast um.
At bókin eisini kemur út á donskum og íslendskum má metast sum viðurkenning til Edvard og myndir hansara.
William og Elinborg fyrimyndir
Spurdur um, hvussu tað er at seta myndir ti søgu hjá einum, ið eisini hevur tikist við at myndprýða, sigur Edvard, at hann avgjørt hevur William Heinesen og Elinborg Lützen sum fyrimyndir. Myndir teirra hava ávirkað Edvard í stóran mun.
Edvard leggur dent á, at tað er við djúpari virðing fyri Williami, at hann hevur myndprýtt Veingjaða Myrkrið.
Stjørnuskaldið
Vár í Ólavsstovu umboðaði Skúlabókagrunnin, ið gevur út Stjørnuskaldið undir Varða.
Hon segði, at William Heinesen hevur verið saknaður innan føroyska skúlaverkið og at henda bók vendir sær til miðnámsskúlar, men eisini almenningin.
Í bókini eru mangar av myndum Williams og Skúlabókagrunnurin gevur eisini út plakat og tvey postkort í samband við 100 ára dag Williams.
William ummælir fargrar listir
Forlagið Fannir gevur út bókina William ummælir fagrar listir. Mentamaðurin Jóhannes Enni, sáli, fekk hugskotið til bókina og hann savnaði tilfarið saman, sum Árni Dahl og Marianna Debes Dahl hava valt úr. Jóhannes Enni andaðist í apðríl.
Árni Dahl metir, at William er sera fjølbroyttur ummælari, ið eisini sýnir góðan vilja. Onkur fanst t.d. at Hans A, Djurhuus, at hann skrivaði oov nógv. Wiliam segði tá, at ein eins væl kundi biða sangfugl um at tiga.
Tilfarið í bókini er frá 1924 til 1984. Árni Dahl minnir á, at nógv er broytt. Tá kom kanska ein bók 4. hvørt ár. Í dag koma eini 150 árliga.
William og Heðin Brú stjórnaðu undir krígnum blaðsíðum í Sosialinum, ið nevndust Føroyar í dag. Fyri at lýsa tíðina, hevur forlagið valt at nýta blaðhøvdini frá tíðarskeiðinum, sum tær ymsu greinarnar eru úr, og gevur hetta fráliíka tíðarmynd. Í bókini er eisini listi yvir tey, ið ummæld eru í bókini.
Lagdar fram
Allar bøkurnar verða lagdar fram á samkomu í Kommunuskúlanum fríggjakvøldið 14. januar.