The Corrs ? unplugged

Fýra systkin hugna sær við nýggjari

Umborð á tí snøggu, snotuligu familjuskútuni spælir Corrs. Fýra musikalsk systkin úr Írlandi ? landið við grønum grasi og sterkum melodiskum arvi ? hava havt grøðarík ár gjøgnum 90?ini.

Her fært tú vandaleysan popp, dygt frambornan ? ofta ílætin írsku fólkatónum, sum fyrst og fremst violin spælarin Sharon Corr borðreiðir við. Eisini eyðkenda sangarinnan Andrea Corr spælir tinfloytu. At tey veruliga duga at spæla hoyrist best á instrumental-lagnum ?Toss The Feathers?.

Og so fær tú enntá alt servera unplugged, spælt fyri MTV. Hetta ?nýggja? konseptið, sum 90?ini ríkaðu heimin við hevur líka sum alt annað, ið vísir seg at bera til, verið rátroytt av øllum artistum við respekt fyri sær sjálvum.

The Corrs sleppa væl frá hesum ekseprimenti. Løgini liggja øgiliga tætt uppat teimum upprunaligu studio upptøkum, og tú hoyrir at løgini bera seg væl á einum akkustiskum guitar. ?Only When I Sleep?, ?What Can I Do?, ?So Young? og ?Forgiven Not Forgotten? eru allir klassikarar í Corrs kataloginum.

Nýggja lagið ?Radio? er longu væl á veg at gerast eitt hit. Ongin kollvelting, null provokatión, men flott og frálíkt kortini.

Penur poppur til skikkilig fólk.