Eitt stórt og kent navn. Eg kenni tíverri lítið til Enigma.
Hetta er teldutónleikur. Ofta er hetta sagt við negativum undirtónum. Tað kann tó ikki sigast um Enigma.
Hetta er stórfingin tónleikur við sera vælljómandi kórútsetingum, sum týdningarmiklum parti av tónleikinum. Stórt kór. Flott kór.
Djúpur teldubassur og góðar trummur. Óivað ein fløga, ið hóskar stak væl, um ein eigur stórt og dygdargott fløguanlegg.
Framúrskarandi góðska. So er tað meira upp til hin einstaka, um hugurin stendur til teldukendan tónleik. Synth.
Men ein flott framleiðsla. Og havnið Enigma er ikki ókent, hóast tað ikki er umboðað í mínum savni og ikki sigur mær so nógv, so er slík framleiðsla frægd fyri oyruni.