hjá kundunum, sigur Ólavur Ellefsen, sum er stjóri í VIT, ið hevur tíggju fólk í starvi. VIT er ein KT-fyritøka (kunningartøkni), sum varð stovnað á heysti í 1996. ? Vit hava alla tíðina lagt stóran dent [...] skipað sum tænastusáttmálar, har uppgávurnar hjá kundanum verða loystar, sum um VIT var edv-deildin á staðnum. Sjómansheimið - alt frá pizzum til KT ? Tískil selja vit ikki útgerð og líknandi, men vit keypa [...] teldutøkni. Uppi á fjórðu hædd funnu vit undirvísingarhølið hjá VIT-Stovuni. Men har var eingin telda at síggja, tá vit trinu inn. Bara eitt stórt fundarborð. Men sum vit sita og práta, trýstir Ólavur Ellefsen
so eiga vit at sýna størsta varsemi, tá okkara búskapur er sera viðbrekin. Men umstøðurnar tala sum nevnt fyri, at vit fult út hava ráð at endurgjalda inntøkumissin seinastu árini og tí skjóta vit upp, at [...] tað verður neyðugt at hækka játtanina við minst 5 mió. kr., um vit skulu nøkta tann tørv á barnaansing, sum er úti í kommununum í løtuni og sum tykist at vera støðugt vaksandi. ? Seinastu árini hevur trupulleikin [...] føroyska arbeiðsmarknaðin. ? Síggja vit burtur frá íløgunum, kunnu vit rokna við, at raksturin av barnaansingarstovnum nærum er útreiðsluneutralur hjá landinum og kommunum. Sum er rinda foreldrini 30% og landskassin
skilagóð. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta. Samgongan vil fullveldiskósina her og nú, sambandið vil einki annað enn lata standa til, og javnaðarflokkurin vil nakað, sum liggur mitt ímillum. Hvør enn [...] verður lækkaður, verður hetta ikki gjørt við skili og stig fyri stig. Annars fáa vit nakrar sosialar trupulleikar, sum neyvan nakar er førur fyri at ímynda sær í dag. Javnaðarflokkurin hevur fingið skotið [...] krevja fakfeløgini nú at fáa aftur, uttan at hædd er tikin fyri hesum á fíggjarlógini. HH ?gloymir? eisini at fortelja okkum, at heildarveitingin úr Danmark er munandi størri enn blokkurin. Td. rindar danski
hevur fyribils hevur tikið formanssætið í fíggjarnevndini, eftir at Jørgen Niclassen, sum var formaður, tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum í gjár. Hann sigur, at hann er skelkaður av hesum tíðindum [...] kring landið, sum als ongar pengar fáa at halda jól fyri í ár. Ein dag til øll ørindini Men Vilhelm Johannesen heldur, at yvirhøvur, at tað er alt ov seint at fáa pensjónina 23. desember, eisini hjá teimum [...] teimum, sum búgva við eitt høvuðsposthús. ? Tað er næstan tað sama sum at siga, at tey fáa ikki pensjónina fyrrenn eftir jól. ? Tí tað vil siga, at allir pensjonistar fáa í allar besta føri ikki meiri enn ein
verið hildnir í vinnunevndini, er, at summi mál, sum liggja í nevndini, nú eru í vanda fyri at fella fyri tíðarfreistini. Mál, sum eru løgd fyri tingið, og sum verða beind í nevnd, skulu verða viðgjørd løgd [...] fyri tingið aftur, áðrenn 30 dagar eru farnir. Eitt mál, sum er í vinnunevndini, og sum Henrik Old hevur serligan áhuga fyri, er uppskotið sum javnaðarflokkurin legði fyri tingið um at játta djúpvatns [...] umfatnadi mál, sum krevur at nógv fólk verða boðsend til fundar. Tað ber til at biðja Løgtingsformannin um undantaksloyvi, so at ein nevnd fær meiri enn 30 dagar at viðgerða eitt mál. Men so vítt, vit hava fingið
Vit komu til vælreitt borð, tá vit sum umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar fríggjadagin vóru boðin til móttøku umborð á Beskytteren. Tað var skiparin, Lars Skotte, ið á brúnni beyð okkum at vera vælkomin [...] í hesum tilboði er, at vit syrgja fyri at røkja skipið væl. Um Beskytteren skal kunna nýtast sum vaktar- og bjargingarskip hjá føroyingum, krevst, at skipið verður klassað sum sivilt skip. Men skiparin [...] ið er sett upp sum sparikistil í skipinum. Í næstum ætlar manningin sær eisini at selja videofilmarnar umborð ímillum sín, fyri at savna pening til børnini. Hóast Beskytteren nú gevst sum verjuskip, ætlar
leikur frá kendum stórfyritøkum, sum t.d. Brio. Tey siga, at leikurnar eru sterkar, samstundis sum tær eru spennadi hjá børnunum at leika við. Og vit fingu sjón fyri søgn, tá vit møttu einari rúgvu av børnum [...] tær menna allar sansir barnisins samstundis. Og eisini eru tær gjørdar soleiðis, at tær seta krøv til evnini hjá tí einstaka barninum. Hetta síggja vit t.d. við javnvágsrulluni, har barnið allatíðina noyðist [...] siga, at hugskotini til leikurnar mest koma frá upplivingum saman við teirra egnu børnum. Væl nøgd Vit hava verið ein túr í dagsstovninum Lítlaskógi í Havn, ið hevur keypt nakrar av leikunum, ið Ting Form
úr. Løgreglan í Runavík fekk, sum eisini rætt er boð um óhappið í Kambsdali og ein løgreglumaður varð eisini sendur inn at gera frágreiðing frá óhappinum. Og hann fekk eisini vindin at føla. Tá hann kom [...] tíman! Nógvi vindurin hevði eisini eitt ferðsluóhapp við sær. Stutt fyri middag í gjár varð ein bilur tikin av vegnum av eini hvirlu. Bilførarin var heppin og slapp eftir tí vit hava skilt undan óhappinum [...] so fast í bilin at hann mundi farið sama veg, sum hin bilurin. - Eg fór inn í Kambsdal at hyggja hvat var hent og tað var um eitt hangandi hár, at eg eisini endaði við síðuna av vegnum. Tað var skrykt so
Endamálið er at vísa á tann veruleikan, sum er í dag, og taka støði í hesum undir samráðingunum. Vit mugu tosa út frá tí, sum er hent og hava tað í huga. Soleiðis hava vit eitt ógvuliga týdningarmikið amboð [...] ligið á láni. Vit halda at tíðin nú er búgvin til at tosa um onnur øki eisini. Høvuðskravið frá okkum í Starvsmannafelagnum hesaferð, verður at fáa eina nýggja lønarskipan. Sum nú er hava vit 40 lønarflokkar [...] fram. Tí hava vit eisini kravt, at fara til samráðingarborðið _ ár frammanundan, so vit ikki sita í síðstu løtu við semingsmanni og verkfallshóttanum yvir okkum. - Harafturat ynskja vit eina 35 tímars
tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og vit kunnu siga, ein nýggj politisk tíð er bryjað. Av politiskum álitisstørvin, Jørgen Niclasen hevur havt sum tingmaður Fólkafloksins, kunnu vit nevna, [...] nýggjur formaður skal veljast í Fíggjarnevndina, skal Grein 19-nevdin eisini hava nýggjan formann, har Jørgen Niclasen eisini hevur sitið sum formaður síðan nevndin var endurskipað í heyst. Politiska tendringin [...] tók tann 29-ára gamli sørvingurin so við sum fiskivinnumálaráðharri, sum má metast at vera ein sera tungur postur í landsstýrinum, men mongu álitisstørvini og eisini árini á tingi, hava givið honum góða og