Torført at hóma nøkur tekin til økt sjálvstýri

? Javnaðarflokkurin ásannar, at tað verður neyðugt at hækka játtanina við minst 5 mió. kr., um vit skulu nøkta tann tørv á barnaansing, sum er úti í kommununum í løtuni og sum tykist at vera støðugt vaksandi. ? Tá hædd ikki er tikin fyri nýggjari lóggávu um lestrarstuðul á fíggjarlógaruppskotinum, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið ongar ætlanir hevur um at bøta um korini hjá lesandi. Javnaðarflokkurin fer tí at leggja slíkt uppskot fram á ting, sigur minnilutin í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, í sínum viðmerkingum til fíggjarlógina

Ólavur í Beiti


Vilhelm Johannesen, sigur í viðmerkingunum í minnilutaálitinum, at tá uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri 1999 var til 1. viðgerð á tingi tann 7. og 8. oktober, varð boðað frá í framsøgurøðu javnaðarfloksins, at flokkurin fór til arbeiðis í fíggjarnevndini við útrættari hond. Um útlitini fyri, at floksins umboð í fíggjarnevndini fór at verða við í meirilutaálitinum frá samgonguumboðunum, tá fíggjarnevndin fór at enda arbeiði sítt, varð sagt, at hetta sjálvandi var treytað av, um umboðini fyri samgonguflokkarnar vildu taka ímóti hondini frá javnaðarflokkinum.

? Í somu framsøgurøðu varð sagt, at javnaðarflokkurin setti sum treyt fyri at taka undir við samgonguumboðunum í fíggjarnevndini, at játtanin til fólkapensión og aðrar almannaveitingar, eitt nú játtanin til dagstovnar, verður hækkað, at lestrarstuðulin verður hækkaður, at eldrarøktin fær eina nøktandi játtan og at játtanin til bústovnar fyri brekað aftur kemur á fíggjarlógina.


Villa í árstølum

Og víðari sigur Vilhelm Johannesen, at undir viðgerðini í fíggjarnevndini hevur umboð javnaðarfloksins fingið vissu fyri, at orsøkin til, at játtanin til bústovnar fyri brekað ikki var við á framlagda uppskotinum, var ein villa í árstølunum. Hetta er nú rættað og játtanin í 1999 verður 4 mió. kr.

? Somuleiðis hevur umboð floksins fingið vissu fyri, at uppskotna játtanin til eldrarøktina í 1999, fer at røkka. Men javnaðarflokkurin mælir til, at kannað verður, um heimarøktin veitur eina fyri brúkaran rímiliga tænastu. Um neyðugt fer flokkurin at reisa tann spurningin í løgtinginum.

Í meirilutaálitinum verður mælt til, at játtanin til fólkapensión verður hækkað við kr. 15.379.000 og er hetta tað, sum neyðugt er, fyri at fremja lógina um javning av fólkapensiónini.

? Men hetta heldur javnaðarflokkurin ikki vera nóg mikið. Vit vilja umframt javningina í almannaveitingunum hava eina rímiliga hækking í pensiónsviðbótini bæði til stakar fólkapensionistar og til hjún soleiðis, at hesi veruliga koma at merkja ein bata í livikorunum. Og vit halda, at hetta eigur at verða gjørt nú.

Og víðari sigur javnaðartingmaðurin, at allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensiónin tey seinastu mongu árini, er afturúrsigld. Einasti batin hesi árini er gjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum byrjaði at gjalda út 1. apríl 1997. Tann partvísa javningin av almannaveitingum, herundir í fólkapensiónini, sum er til viðgerðar í tinginum í løtuni, er bert eitt lítið endurgjald fyri reallønartapið, ið fólkapensiónirnir hava havt seinastu árini, síðan javningin av pensiónunum helt uppat í 1993.


Viðbrekin búskapur

? Hóast føroyski búskapurin hevur tað gott í løtuni, so eiga vit at sýna størsta varsemi, tá okkara búskapur er sera viðbrekin. Men umstøðurnar tala sum nevnt fyri, at vit fult út hava ráð at endurgjalda inntøkumissin seinastu árini og tí skjóta vit upp, at bøtt verður fyrst og fremst um fíggjarligu korini hjá teimum pensionistum, ið bert hava almennu fólkapensiónina, ella sum ikki hava stórvegis av aðrari inntøku.

Og minnilutin í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, heldur tað ikki vera sømuligt, at samgongan og landsstýrið nýta ein pensiónsreform, sum tað tekur eitt heilt arbeiðslív at spara upp til, sum undanførðslu fyri ikki at hækka pensiónirnar nú beinanvegin.

? Flokkurin mælir tí til, at pensiónsviðbótina hjá støkum pensionistum hækkar við kr. 1300,00 um mánaðin, og at viðbótin hjá hjúnum hækkar við tilsamans kr. 1.700,00. Skotið verður upp, at hækkingarnar fáa gildi frá 1. februar 1999.


Dagstovnar

Og viðvíkjandi dagstovnum, heldur Vilhelm Johannesen, at tað verður neyðugt at hækka játtanina við minst 5 mió. kr., um vit skulu nøkta tann tørv á barnaansing, sum er úti í kommununum í løtuni og sum tykist at vera støðugt vaksandi.

? Seinastu árini hevur trupulleikin verið tann, at foreldur ikki fáa børn síni ansað innan tryggar karmar við mennandi pædagogiskum innihaldi, meðan tey eru til arbeiðis, ella royna at fara til arbeiðis, vorðin alt størri og størri. Hesin trupulleikin tykist ikki at hava tað neyðugu raðfestingina hjá verandi samgongu. Við tørvandi raðfesting og vilja noktar samgongan fleiri hundrað foreldrum atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin.

? Síggja vit burtur frá íløgunum, kunnu vit rokna við, at raksturin av barnaansingarstovnum nærum er útreiðsluneutralur hjá landinum og kommunum. Sum er rinda foreldrini 30% og landskassin og kommununar 35% hvør av rakstrinum. Umleið 90% av rakstrarútreiðslunum fara til at løna starvsfólki. Hesi rinda skatt av lønini, umframt at tann peningur, ið tey hava eftir, fer í umfar í samfelagnum og vil harvið føra aðrar óbeinleiðis skattainntøkur við sær.


Uppihaldspeningur

Ein onnur játtan undir, sum javnaðarflokkurin mælir til at broyta, er stuðul til uppihaldspening.

? Tá reglurnar um ymiskar frádráttir á sjálvuppgávuni fyri bert tveimum árum síðani vórðu settar úr gildi, varð lógfest, at landskassin í staðin skuldi veita ein kontantan stuðul til rentuútreiðslur, ferðaútreiðslur, dupult húsarhald, uppihaldspening o. s. fr. Ætlan landsstýrisins um at strika játtanina til stuðul til uppihaldspening fer at geva teimum við uppihaldsskyldu verri møguleikar at hava umsorgan fyri sínum børnum, tá landsstýrið í veruleikanum hervið áleggur teimum ein eykaskatt.

Og minnilutin, Vilhelm Johannesen, átalar, at samgongan uttan at kanna sosialu avleiðingarnar setir hesa stuðulsskipan úr gildi. Broytingin í lógini letur eisini upp fyri spekulatión, tá tann gjaldsskyldugi t.d. kann flyta til Danmarkar, har hann kann draga gjaldið frá skattskyldugu inntøkuni, meðan uppihaldspeningurin verður gjørdur skattafríur hjá móttakaranum. Tað tykist minnilutanum órímiligt, at hendan eina stuðulsskipanin skal setast úr gildi, meðan hinar, ið komu samstundis, halda fram.


Lestrarstuðul

Í fíggjarlógaruppskotinum verður lestrarstuðulin í 1999 skerdur í mun til játtanina í verandi fíggjarári. Í 1998 er játtanin kr. 44.118.000. Í uppskotinum fyri 1999 er játtanin til lestrarstuðul sett til kr. 42.004.000.

? Fyri støðugt at bøta um korini hjá okkara lesandi ungdómi heldur javnaðarflokkurin, at lóggávan um lestrarstuðul, ið varð framløgd á ting í vár við ávísum broytingum, eigur at verða sett í verk.

? Tá hædd ikki er tikin fyri nýggjari lóggávu um lestrarstuðul á fíggjarlógaruppskotinum, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið ongar ætlanir hevur um at bøta um korini hjá lesandi. Javnaðarflokkurin fer tí at leggja slíkt uppskot fram á ting. Nýggj lóggáva fer tí ikki at virka, fyrr enn komandi skúlaár byrjar. Eftir minnilutans hugsan skal ein nýggj lóggáva geva umleið 15 mió. kr. meira í lestrarstuðuli um árið. Tí verður mælt til at hækka játtanina fyri 1999 við 7 mió. kr. Tað vil siga, at uppskotna játtanin hjá landsstýrinum verður hækkað úr 42 upp í 49 milliónir krónir.


101,6 mió. í avlopi

Og viðvíkjandi teimum 6 mió. kr. til sjálvstýrismál, sigur Vilhelm Johannesen, at vísandi til støðu javnaðarfloksins í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya, kann minnilutin heldur ikki taka undir við, at 6 mió. kr. verða játtaðar til sjálvsstýrisfyrisiting,

? Samanlagt føra broytingaruppskotini hjá minnilutanum við sær, at útreiðslusíðan verður hækkað við 69 milliónum krónum og lækkað við 46 milliónum krónum, og tað vil siga, at avlopið á fíggjarlógini sambært uppskotum minnilutans verður 101,6 milliónir krónir.

? At enda vil minnilutin vísa á, at í framlagda fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum var torført at hóma nøkur tekin til økt sjálvsstýri og enn minni nøkur tekin til føroyskt fullveldi. Aftan á at meirilutin í fíggjarnevndini hevur sett síni fingramerkir á fíggjarlógina fyri 1999, kunnu vit staðfesta, at hesi tekin eru vorðin enn kámari, sigur Vilhelm Johannesen í viðmerkingum sínum í álitinum til broytingar í fíggjarlógini.