Leygarkvøldið kom Ljósafelli á Havnina úr Irmingarhavinum, har hann hevur fiskað kongafisk. Hann fór til fiskiskap 4. apríl og hann hevur sostatt verið burtur í akkurát 11 vikur og tað var eitt sindur longri [...] lastina beinleiðis umborð á eitt farmaskip. Síðani skal fiskurin førast til Kanada, har eitt felag hevur keypt hann. Tað hava verið 30 mans við Ljósafelli í Irmingarhavinum. Eftir, hvat skilst, fer Ljósafellið
elsta róðrarfelag í landinum. Havnar Róðrarfelag hevur tilsamans seks kappróðrarbátar, og tað eru fleiri enn nakað annað kappróðrarfelag í landinum hevur. Úrslitini tey seinastu árini hava verið stak góð [...] góð, og tað kemur eisini av, at tað ikki hevur verið torført at manna bátarnar hjá felagnum. Umstøðurnar hjá róðrarfólkinum eru stak góðar, og góða samanhaldið millum bátarnar er ikki minst týdningarmikið
Um vetrarnar hevur Felagið Høganes av og á skipað fyri ymiskum frásøgukvøldum. Oftast hevur evnið havt eitthvørt tilknýti til sjógvin og sjólívið. Eldri sjómenn hava greitt frá ymiskum upplivingum á sjónum [...] sjónum, mest her á okkara sjóleiðum. Men eisini meira fjarar farleiðir hava verið umrøddar. T.d. hevur Tróndur Patursson givið okkum ógloymandi løtur, tá ið hann segði frá ferðum sínum um Kyrrahavið og
& K. Petersen hevur keypt bátin fyri einar 4 mió. kr. Felagið J. & K. Petersen skal brúka »Siri« í arbeiðinum at dýpa Klaksvíkar havn, og John Petersen sigur, at síðan Prámurin sakk, hevur verið roynt eftir [...] grótbátinum »Siri«, sum Højgaard & Schults seldi til Onglands fyri góðum tveimum árum síðani. Grótbáturin hevur verið brúktur í ymiskum arbeiðum í Suðuronglandi, men um stutta tíð verður hann so aftur í Føroyum
við sum skrivari í Búskaparráðnum, og har hevur hann verið til nú. Starvið hjá Hermanni Oskarsyni er tó í fyrsta umfari eitt fyribilsstarv. Verandi stjóri hevur biðið um farloyvi fyribils í eitt ár, og [...] Hagstovan tí skuldi hava nýggjan stjóra. Hesin nýggi stjórin er nú settur, og er tað Herman Oskarson, sum hevur fingið starvið. Herman er útbúgvin cand. polit. Hann er útbúgvin við lærda háskúlan í Keypmannahavn
ferðavinnuna. Tað er danski tænastuskúlin Service & Co. ið saman við Sámali Bláhamar á Toru Tourist, ið hevur tikið stig til at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg sum ferðaleiðarar. Ferðaleiðaraútbúgvingin [...] uppbygd av bæði ástøðiligari og verkligari frálæru. Eftir ferðaleiðaraskeiðið, ið tekur ein mánaða, hevur ein møguleika at fáa starv sum ferðaleiðari hjá útlendskum eins væl og føroyskum ferðafyriskiparum [...] Krøvini fyri at gerast ferðaleiðari eru ikki mong. Tað verður bert kravt, at tú ert eldri enn 18 ár, hevur kunnleika til norðurlendskt og endskt og harafturat ert fyrikomandi. Í sambandi við ferðaleiðaraú
Hetta eintakið av Ozon er tað fimta í røðini, og hevur tað verið Rani Nolsøe, sum hevur verð projektleiðari. Hann er nú farin í annað starv í Klaksvík, og hevur Laufey Haraldson nú tikið við sum projektleiðari
Páll Guðlaugsson, sum seinastu tvey árini hevur vant GÍ, fer nú til Íslands at royna seg sum venjari. Hann hevur gjørt tveyára sáttmála við Leiftur, sum spælur í úrvalsdeildini, tað vil siga bestu deildini [...] europeisku risarnar. Hann var venjari, tá bragdið í Landskrona varð framt, og seinastu tvey árini hevur hann vunnið tríggjar av fýra kappingum, sum hava verið at kappast um í Føroyum. Í fjør vunnu hann
spælarum eina viku ov langt fram seinasta leygardag, men VB hevur eitt gott lið, eingin ivi um tað, sigur venjarin hjá kyndlakvinnunum. Hann hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í dag. [...] liðini hava eins góðar møguleikar. ? Liðini eru jøvn, og tað kann lættliga enda við, at liðið sum hevur ein betri dag, vinnur, sigur Sophus. Í Kyndli hava tey viðgjørt ósigurin móti VB seinasta vikuskifti
Spania, og tað hevur verið dyggur smeitur fyri FCK, at fyrst Todi Jónsson, og síðani avloysarin hjá honum, ungi Clemment Clifford, hava verið skaddir í langa tíð nú. Við hesum royndum hevur leiðslan í FCK [...] italska felagið Perugia. Í hesum felag spælir kendi danski álopsspælarin Thomas Thorninger, og honum hevur FCK áhuga í at keypa. Í gjár komu umboð fyri Perugia til Keypmannahavnar at samráðast við FCK. Stjórin