FCK úti eftir kendum álopsspælara

Fótbóltur: FCK vil hava tiltikna málskjúttan Thomas Thorninger frá italska felagnum Perugia

Leiðslan í FCK fundaðist í gjár við umboð fyri italska felagið Perugia.

Í hesum felag spælir kendi danski álopsspælarin Thomas Thorninger, og honum hevur FCK áhuga í at keypa.

Í gjár komu umboð fyri Perugia til Keypmannahavnar at samráðast við FCK. Stjórin í FCK, Flemming Østergaard, vil ikki vátta fundin, men úr Italia sigur høvuðspersónurin sjálvur, at samband er millum FCK og Perugia.

Fyri nøkrum vikum síðani seldi FCK álopsspælaran Mate Sestan til Spania, og tað hevur verið dyggur smeitur fyri FCK, at fyrst Todi Jónsson, og síðani avloysarin hjá honum, ungi Clemment Clifford, hava verið skaddir í langa tíð nú.

Við hesum royndum hevur leiðslan í FCK avgjørt at styrkja sær um liðið við enn einum profili, og fyrsta málið er tiltikni málskjúttin, fyrrverandi AGF¹arin, Thomas Thorninger.