Fekk 432 tons av kongafiski

.

Leygarkvøldið kom Ljósafelli á Havnina úr Irmingarhavinum, har hann hevur fiskað kongafisk.

Hann fór til fiskiskap 4. apríl og hann hevur sostatt verið burtur í akkurát 11 vikur og tað var eitt sindur longri, enn teir ætlaðu.

Tað var serliga í fyrstuni, at fiskiskapurin ikki var so góður

Men teir lata ikki so øgiliga at kortini, tí teir ava hóast alt fingið 432 tons.

Teir siga, at fiskurin er góður.

Fiskurin verður skráskorin og frystur umborð.


Til Kanada

Lastin hjá Ljósafelli verður ikki arbeidd í Føroyum.

Síðani Ljósafellið kom á Havnina, hava teir ligið og umskipa lastina beinleiðis umborð á eitt farmaskip.

Síðani skal fiskurin førast til Kanada, har eitt felag hevur keypt hann.

Tað hava verið 30 mans við Ljósafelli í Irmingarhavinum.

Eftir, hvat skilst, fer Ljósafellið eystureftir í Barentshavið nú.