Herman Oskarson nýggjur stjóri á Hagstovu Føroya

Føroya Landsstýri hevur avgjørt at seta Hermann Oskarson sum fyribilsstjóra á Hagstovu Føroya meðan Bjarni Olsen hevur farloyvi

Fyri ikki so langari tíð síðani kom fram, at verandi stjóri á Hagstovu Føroya, Bjarni Olsen, fer í starv sum stjóri í Føroya Sparikassa og at Hagstovan tí skuldi hava nýggjan stjóra.

Hesin nýggi stjórin er nú settur, og er tað Herman Oskarson, sum hevur fingið starvið.

Herman er útbúgvin cand. polit. Hann er útbúgvin við lærda háskúlan í Keypmannahavn og var liðugur við útbúgving sína í 1995.

Afturkomin til Føroya fór hann í starv sum fulltrúi á Hagstovuni, og har starvaðist hann í tvey ár, til 1997.

Í 1997 tók hann við sum skrivari í Búskaparráðnum, og har hevur hann verið til nú.

Starvið hjá Hermanni Oskarsyni er tó í fyrsta umfari eitt fyribilsstarv.

Verandi stjóri hevur biðið um farloyvi fyribils í eitt ár, og tað er hetta tíðarskeiðið Hermann Oskarson er settur fyri.