Páll Guðlaugsson fer til Íslands

Fótbóltur: Hevur gjørt tvey ára sáttmála við úrvalsfelagið Leiftur

Páll Guðlaugsson, sum seinastu tvey árini hevur vant GÍ, fer nú til Íslands at royna seg sum venjari. Hann hevur gjørt tveyára sáttmála við Leiftur, sum spælur í úrvalsdeildini, tað vil siga bestu deildini, í Íslandi.

Páll Guðlaugsson stóð á odda fyri føroyska A-landsliðnum í fótbólti, tá vit tóku fyrstu fetini millum europeisku risarnar. Hann var venjari, tá bragdið í Landskrona varð framt, og seinastu tvey árini hevur hann vunnið tríggjar av fýra kappingum, sum hava verið at kappast um í Føroyum. Í fjør vunnu hann og GÍ bæði landskappingina og steypakappingina, og í ár vunnu teir steypakappingina, og endaðu sum nummar trý í landskappingini.

Páll Guðlaugsson er spentur til nýggju avbjóðingina í Íslandi, og hóast hann er úr Íslandi, er skifti til Leiftur ikki endaligt farvæl við Føroyar, sigur hann.