Nú kunnu føroyingar fara út í heim og læra til ferðaleiðarar, sum í framtíðini kunnu verða til gagns fyri føroysku ferðavinnuna. Tað er danski tænastuskúlin Service & Co. ið saman við Sámali Bláhamar á Toru Tourist, ið hevur tikið stig til at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg sum ferðaleiðarar.
Ferðaleiðaraútbúgvingin gongur fyri seg á Malta og er uppbygd av bæði ástøðiligari og verkligari frálæru. Eftir ferðaleiðaraskeiðið, ið tekur ein mánaða, hevur ein møguleika at fáa starv sum ferðaleiðari hjá útlendskum eins væl og føroyskum ferðafyriskiparum.
Krøvini fyri at gerast ferðaleiðari eru ikki mong. Tað verður bert kravt, at tú ert eldri enn 18 ár, hevur kunnleika til norðurlendskt og endskt og harafturat ert fyrikomandi.
Í sambandi við ferðaleiðaraútbúgvingina, verður kunnandi fundur á Føroya Handilsskúla í Havn í dag klokkan 15:45.