løgreglan ferðslukanningar í Sandoynni. Fýra bilførarar fingu bøtur frá løgregluni. Tveir teirra fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, meðan annar teirra heldur ikki hevði fest trygdarbeltið. Hetta [...] Hetta var longu um seks-tíðina í gjáramorgunin. Nakrar tímar seinni, um níggju tíðina, steðgaði løgreglan aftur nøkrum bilum. Tá fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra, meðan teir hildu telefonini upp
oyðiløgd. Tað regnar ikki so illa í Japan í dag, men veðurstovan í Tokyo sigur, at á Kyushu-oynni fer tað at regna illa seinnapartin og helst líka illa sum í gjár. [...] Í Japan hevur áhaldandi regn elvt til vatnflóð og skriðulop, og sambært myndugleikunum hava minst 19 fólk latið lív. Átta fólk eru ikki komin afturíaftur. Fjølmiðlarnir siga, at minst 100 hús eru oyðiløgd
samlaða úrslitið ikki er tann heilt stóri eftir trygga 35-21 sigurin hjá Lovcen í fyrra dystinum, so eru góð útlit fyri einum fínum hondbóltsdysti í Høllini á Hálsi í dag. Lovcen er í heimlandinum tiltikið [...] á heimavølli, meðan teir á útivølli ikki hava sama massiva stuðulin, sum áskoðarafjøldin har vanliga gevur. Vónandi er tað ístaðin Neistin, sum hevur tann stuðulin í dag.
Gilli R. Sørensen var við í hópinum tá Vejle fríggjakvøldið spældi javnleik 0-0 móti Randers FC. Men heldur ikki hesaferð fekk Gilli spælitíð. Gilli hevur ikki spælt dyst fyri Vejle í superliguni síðani 1. [...] Gilli má nú bíða til 18. februar tá kappingin í donsku superliguni verður tikin uppaftur. 18. februar hevur Vejle heimadyst móti AGF. Vejle er næstniðast í donsku superliguni við 14 stigum.
Sambandsflokkin, at var ES kanningin ikki við í samgonguskjalinum, hevði Sambandsflokkurin heldur ikki verið við í samgonguni. Heðin Zachariasen sá ongan trupulleika í at lýsa ES spurningin og tí tekur hann [...] samgongan dregur somu línu í spurninginum um, hvønn evropapolitikk, samgongan skal føra. Tað varð skorið út í papp, táið Løgtingið hevði munnligar fyrispurningar á skránni í farnu viku. Evropapolitikkurin [...] at seta kanningina í verk fyri. Annars vísir Jørgen Niclasen, at tað tók tíð at finna tey røttu fólkini. Men tað gongur ikki long tíð, til arbeiðsbólkurin kann gerast. Poul Michelsen í Fólkaflokkinum heldur
-Tað almenna eigur ikki framhaldandi at leggja sg út í, hvussu flotin skal vera samansettur....... -Hesi orðini í seinastufrágreiðingini, sum Búskaparráðið almannakunngjørdi í farnu viku, hevur loypt misnøgd [...] hvussu fiskiflotin skal síggja út. Ikki bara tey sterkastu Í nýggjastu frágreiðingini siga búskaparfrøðingarnir, at útlitini í fiskivinnuni eru døpur, tí at skipini klára ikki at forrenta nýíløgur. Samstundis [...] misnøgd i formannin í vinnunevnd løgtingsins, Heina O. Heinesen. Tí tað er hann grundleggjandi ósamdur í. ?Ein høvuðsorsøk til trupulleikarnar í fiskivinnuni eru nettupp tann, at politikarar hava blandað
hendir í løtuni er onki annað enn politiskir rossahandlar ímillum kreftir í landsstýrinum og kreftir í kommunum í Suðuroy fyri at noyða Tvøroyrar Býráð at vera við í einum ellis- og røktarheimi í Vági. [...] Barnavernd í Suðuroy Hetta er ikki eitt krav. Hetta er bara eitt tilboð. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, vísir staðiliga aftur, at ætlanin er at kroysta hinar kommunurnar í Suðuroy at leggja [...] til eitt ellis- og røktarheim í Vági. Politiskir rossahandil Og tað er júst her, at borgarstjórin á Tvøroyri heldur, at hundurin liggur grivin. Alt botnar í hasum holinum í Vági, sum varð grivið út til
jólasøluna í 2007. Stórur áhugi Hann sigur, at stórur áhugi er at sleppa inn í handilsmiðstøðina at handla, og nú spakin er settur í, hava teir merkt ein uppaftur størri áhuga. - Nú eru tað ikki bara fólk [...] kemur at standa fyri byggingini. Poul Arne sigur, at enn eru ikki allar súður syftar, og enn er ikki vist, at onkrar broytingar ikki verða gjørdar í verkætlanini, men tað verður hetta felag, sum fer at byggja [...] - Mett verður, at eini 150 fólk fara at arbeiða í handlum, skrivstovum og innan tænastuvinnuna. Í bygdaráðnum í Gøtu vænta tey, at handilsmiðstøðin í Gøtudali fer at fáa stóran týdning fyri Gøtu kommunu
oyðibløð var í 1977 framd í Føroyum. Í 1981 taldu danir ikki okkum uppí, tí tær elektronisku skráirnar umfataðu bara borgararnar í sjálvum Danmark - ikki Føroyum og Grønlandi tí hagtalsmál eru ikki ríkismál [...] norðurlondum standa danir allarfremst í málinum um fólkateljingar. Fyrsta landið í heiminum, ið fekk upplýsingarnar um fólkið í elektroniskar skráir, var helst Danmark, sum í 1981 framdi sína fyrstu fólkateljing [...] rlag í elektroniskar skráir í sambandi við fólkateljingarátakið hjá ST. Allarflestu lond í heiminum fremja fólkateljingar við fimm ella tíggju ára milumbili, eisini blóðfátøk og pinkulítil lond í Afrika
Í dag skal nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy til sveinaroynd. Og gongur royndin sum væntað, er ætlanin at taka nýggju havnina í nýtslu í ár. Hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja [...] - Gongur sum ætlað, verður nýggja samferðsluhavnin tikin í brúk av álvara í hesum árinum. Aðalroyndin í dag Sostatt endar eitt drúgvt kapittul í søguni um suðuroyarsiglingina og tað er tíðarskeiðið, har [...] ongin loyna, at Drelnes er ikki av bestu havnum og er veðrið ikki til vildar er ókyrt at liggja har og tað kemur ikki so heilt sjálvdan fyri, at Smyril er noyddur at leggja at í hinari havnini á Trongisvágsfirði