Barnavernd í Suðuroy
Hetta er ikki eitt krav. Hetta er bara eitt tilboð.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, vísir staðiliga aftur, at ætlanin er at kroysta hinar kommunurnar í Suðuroy at leggja seg undir eina sosiala deild á Tvøroyri.
Bygdaráðslimir í Porkeri eru sera misnøgdir við framferðina hjá Tvøroyrar Kommunu í barnaverndarmálinum.
Teir eru misnøgdir við, at Tvøroyrar Kommuna stovnar sosiala deild av sínum eintingum fyri síðani at bjóða hinum kommununum at brúka hana í samband við barnaverndina.
Porkenningar halda, at hetta er ótrúliga arrogant og vísir manglandi virðing fyri hinum kommununum. Bygdaráðslimir halda, at meinar Tvøroyrar Býráð nakað við samstarv í Suðuroy, skuldu teir havt tikið allar kommunurnar við frá fyrsta degi og ikki komið til teirra við einum lidnari ætlan.
Teir vilja nú hava at vita, um Tvøroyrar Býráð er sinnað at samstarva um ætlaða ellis og røktarheimi í Vági, tí teir halda, at talan kann ikki bara vera um samstarv um tað, sum hóvar tvørafólki og higartil hevur Tvøroyrar Býráð verið trekt at boða frá sínari støðu til eitt ellis- og røktarheim í Vági.
Politiskir rossahandil
Og tað er júst her, at borgarstjórin á Tvøroyri heldur, at hundurin liggur grivin.
Alt botnar í hasum holinum í Vági, sum varð grivið út til miðnámssula, men har ætlanin nú er at byggja ellis- og røktarheim, eftir at miðnámsskúlin er fluttur til Hovs.
Tað, sum hendir í løtuni er onki annað enn politiskir rossahandlar ímillum kreftir í landsstýrinum og kreftir í kommunum í Suðuroy fyri at noyða Tvøroyrar Býráð at vera við í einum ellis- og røktarheimi í Vági.
Kristin Michelsen vísir staðiliga aftur, at Tvøroyrar Kommuna tvingar hinar kommunurnar at verða við til at vera við í eini barnavernd undir eini sosialari deild á Tvøroyri. Annars hevur Tvøroyrar Býráð tikið fult undir við einari felags Barnavernd, men vit vilja fegin bøta um tænastuna til borgaran við eini sosialari deild, men allar hinar kommunurnar eru vælkomnar at vera við í tí.
Annars skulu 1500 fólk vera í hvørjum barnaverndarøki, so skal tað vera, kann Tvøroyri skipa barnavernd einsamøll- men vit vilja helst hava eina og tað hava vit ongantíð dult.
Barnaverndarøkið verður lagt undir kommunurnar 1. januar og tí mugu kommunurnar fyrireikað seg. Tað hevur Tvøroyrar Býráð gjørt við at fyrireika stovnanina av eini sosialari deild. Vit hava síðani bjóða hinum kommununum at vera við, tí vit halda framvegis, at tað er rætt at hava eina felags barnavernd.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at hetta er akkurát sami leistur, sum aðrar kommunur í Føroyum hava gjørt.
Annars hava fundir verið ímillum borgarstjórarnar, so heilt ókend er ætlanin hjá Tvøroyrar Býráð ikki, leggur hann afturat.
Somuleiðis heldur hann, at tað hevði verið meiri hóskandi um hinar kommunurnar, gjørdi heilt greitt, hvussu tær halda, at Suðuroy skal skipast í framtíðini og um, hvussu nógvar kommunur skulu vera og so fara til arbeiðis av álvara til frama fyri tí.
Álvarsmál
Annars staðfestir Kristin Michelsen, at tað verður hvørki Porkeris Kommuna ella landsstýrið, sum setir dagsskránna hjá Tvøroyrar Kommunu og tað vera sostatt ikki tey, sum koma at gera av, nær Tvøroyrar Býráð fer at viðgerða røktarheimsspurningin.
Annars veit hann ikki, nær Tvøroyrar Býráð fer at viðgerða røktarheimsspurningin.
Og tá tað verður, fer býráðið ikki at viðgerða røktarheimsbygging í Vági, men alla eldrarøktina í Suðuroy sum heild, tí vit síggja Suðuroy sum eina eind.
Men hetta er eitt sera stórt og umfatandi mál, sum krevur gjølla viðgerð, serliga nú landsstýrismaðurin kunngerð, at eldraøkið skal leggjast undir kommunurnar, sigur Kristin Michelsen.
Annars sóknar hann framvegis eftir, at hinar kommunurnar viljavera við til at taka verulig stig til eina kommunusamanlegging.
Sum støðan er nú, er heilsuskúlin fluttur av Tvøroyri og nú er eisini ætlanin at byggja røktarheim í Vági. Vit kunnu ikki longur leggja rygg til at onki skal vera á Tvøroyri, sigur borgarstjórin.