Heimurin skrivast í manntal í 2010

Tað er ikki fyri at kenna neyva fólkatalið, at ST heitir á heimsins lond um at seta í verk fólkateljing í 2010. Endamálið er heldur regluliga at tryggja grundina undir dyggari informasjón um tey kor, sum hvør einstakur
samfelagsbólkur livir undir

Fólkateljing

Hvørt tíggjunda ár ger ST átøk fyri at fáa øll lond heimsins at seta í verk fólka- og bústaðateljingar. Hetta átakið verður kallað "Census 2010" - manntal 2010 - og er tað ein áheitan um at seta í verk fólkateljingarátøk millum 2005 og 2014, so at hagtalsgrundarlagið um livikor hjá øllum heimsins fólkum verða dagførd og sambærligt.

Norðurlond - elektroniskar skráir
Norðurlond standa yvirhøvur frammalaga, tá um ræður informasjón um samfelagskorini og íbúgvarnar. Verri stendur til aðrastaðir. Serliga í londum, sum antin ikki eru før fyri at fremja fólkateljingar ella samfelagsinformasjón yvirhøvur. Antin tí tey eru ov fátøk og illa stødd við útbúgving, ella tí at ófriður og ruðulleiki forðar fyri slíkum skipaðum samfelagsgagnligum átøkum.
Av norðurlondum standa danir allarfremst í málinum um fólkateljingar. Fyrsta landið í heiminum, ið fekk upplýsingarnar um fólkið í elektroniskar skráir, var helst Danmark, sum í 1981 framdi sína fyrstu fólkateljing uttan oyðibløð. Eftir hetta eru viðurskiftini um familju, bústað, útbúgving og arbeiði regluliga skrásett, uttan at neyðugt hevur verið við vanligari fólkateljing aftur. Í hølunum á teimum eru Finland, Svøríki og nú Noreg eisini komin so langt áleiðis, at óneyðugt er við vanligari fólkateljing, tí eisini har eru allar týðandi upplýsingar um borgararnar í elektroniskum skráum.
Síðani sexti- og sjeyiárini hava øll norðurlond brúkt regluligu fólkateljingarnar til at grunda elektroniskar skráir, so at hvørt fólkateljingarumfar var alt minni treytað av at borgararnir skuldu skriva upplýsingarnar á oyðibløð. Danir vóru sum sagt fremstir, og eftir tríati árum eru øll norðurlond so komin hagar til, at reglulig skráseting fer fram um flestu sosialu viðurskifti borgaranna og um bústaðir teirra.
Landsfólkaskráirnar í norðurlondum eru knýttar til skráir um bústaðin, um húskið ella familjuna, skráir um útbúgving borgaranna, arbeiðsviðurskifti og inntøkur teirra og í summum londum til upp aftur fleiri skráir. Á henda hátt verða fólkateljingar at enda óneyðugar, tí feskar upplýsingar alla tíðina eru tøkar um viðurskifti borgaranna.
Fyrimunurin við elektronisku skráunum er, at tá er støðugt yvirlit tøkt um øll týðandi viðurskifti í samfelagnum, heldur enn við fimm ella tíggju ára millumbilum.

Føroyar spæla ikki við
Danska fólkateljingin í 1976/77 var fyri mesta partin grundað á elaktroniskar skráir, men serlig fólkateljing á oyðibløð var í 1977 framd í Føroyum. Í 1981 taldu danir ikki okkum uppí, tí tær elektronisku skráirnar umfataðu bara borgararnar í sjálvum Danmark - ikki Føroyum og Grønlandi  tí hagtalsmál eru ikki ríkismál. Ábyrgdina av samfelagsupplýsandi hagtalsinformasjón um Føroyar er føroyskt málsøki og tað er tí fult og heilt føroyska fólkaræðið, sum tekur avgerð um informasjónin skal vera á norðurlendskum støði ella ikki.
Skomm at siga frá - men síðani danir góvust at skráseta hesar týðandi samfelagsupplýsingar, hava føroyskir myndugleikar ikki tikið upp sama góða sið. Í danska ríkinum, og tessvegna eisini í Noreg, hava fólkateljingar verið regluligar heilt síðani miðja nítjandu øld, sum hava lagt grund undir góða fyrisiting og givið møguleikar at kunna seg við samfelagskorini hjá íbúgvum landsins.
Slíkt eyðkennir framkomin lond - serliga norðurlond.

Sjálvt tilafturskomin lond
Í dag eru nógv av framkomnu londunum komin hagar til, at upplýsingar um viðurskifti borgaranna eru dagliga tøkar í KT skipanum, heldur enn á oyðibløðum, sum savnað verða saman hvørt fimmta ella tíggjunda ár. Fleiri lond, harímillum eystureuropeisk, hava sett sær sum mál at lata fólkateljingina í 2010 vera seinastu teljingina á oyðibløð, og heldur brúka tøku kunningartøknina til at fremja hagtøl um samfelagligu viðuskifti borgaranna.
Ikki bara framkomin lond, men eisini lond ið vit meta vera minni framkomin, hava sett sær fyri at fáa slíkt hagtalsgrundarlag í elektroniskar skráir í sambandi við fólkateljingarátakið hjá ST. Allarflestu lond í heiminum fremja fólkateljingar við fimm ella tíggju ára milumbili, eisini blóðfátøk og pinkulítil lond í Afrika og Asia. Haraftrat eru nógv teirra eisini komin væl áleiðis við at menna umfatandi hagtalsligt grundarlag, sum kann geva teimum eina haldgóða mynd av samfelagsviðurskiftunum. Lond í Eystureuropa eru somuleiðis væl á leið komin, tá talan er um at menna hagtalsgrundarlag við nútímans kunningartøkni.