Nýggja samferðsluhavnin í Trongisvági til sveinaroynd í dag

Í dag fer Smyril at royna nýggju samferðsluhavni á Trongisvágsfirði fyrstu ferð og ætlanin er at taka hana í nýtslu í hesum árinum

Í dag skal nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy til sveinaroynd. Og gongur royndin sum væntað, er ætlanin at taka nýggju havnina í nýtslu í ár.
Hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja samferðsluhavn í Trongisvági. Hetta var neyðugt, tí nýggi Smyril er so stórur, at hann fær illa brúkt havnina á Drelnesi.
Tað hevur alla tíðina verið ein kampur at fáa nýggju samferðsluhavnina lidnað til nýggi Smyril skuldi koma.
Men fyrst varð nýggi Smyril seinkaður hálvan annan mánaða og nú er hann aftur seinkaður fimm mánaðir afturat.
Og nú er støðan tann, at nýggja samferðsluhavnin í Trongisvági er liðug í heilt góðari tíð, áðrenn nýggi Smyril kemur.
Og nú samferðsluhavnin er liðug, er ikki ætlanin at lata hana liggja óbrúkta heilt til nýggi smyril kemur.
- Nú ferjulegan er liðug, ætla vit at taka hana í nýtslu, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Sostatt er tað greitt, at eisini Smyril, vit nú hava, fer at fáa ?gleði? av nýggju samferðsluhavnini.
­Kristian Davidsen sigur at nú er ætlanin at gera uppmerkingar á nýggju ferjuhavnini, so at bilar vita, hvar teir skulu koyra og standa.
Somuleiðis er ætlanin at seta eitt skúr upp ið skal virka sum ein fyribils farstøð, har tað ber til hjá nøkrum fáum fólku at bíða og at fara á wc.
- Gongur sum ætlað, verður nýggja samferðsluhavnin tikin í brúk av álvara í hesum árinum.
 
Aðalroyndin í dag
Sostatt endar eitt drúgvt kapittul í søguni um suðuroyarsiglingina og tað er tíðarskeiðið, har vit komu og fóru um Drelnes.
Men tað er ongin loyna, at Drelnes er ikki av bestu havnum og er veðrið ikki til vildar er ókyrt at liggja har og tað kemur ikki so heilt sjálvdan fyri, at Smyril er noyddur at leggja at í hinari havnini á Trongisvágsfirði.
Fyrstu ábendingina um, hvussu nýggja havnin fer at roynast, fáa vit í dag.
Tí í dag er ætlanin at Smyril skal gera ta fyrstu royndina at leggja at á Drelnesi.
Tað fer Smyril at gera beint eftir døgverða í dag.
Nú er ferjulegan gjørd til nýggja Smyril og ætlanin við hesi royndini er fyrst og fremst at vita, hvussu pullartar og ferjuskrái passa til Smyril sum nú er.
Smyril fer av Havnini klokkan 10 í morgin og tá ið farmur og ferðafólk eru avgreidd á Drelnesi á miðdegi, loysir Smyril aftur og fer út í nýggju Samferðsluhavnina at leggja at.
Tað verður Hanus Lassen, skipari á Smyrli, sum fær heiðurin at gera fyrstu royndina at leggja at í nýggju samferðsluhavnini.
Hann ivast ikki í, at nýggja samferðsluhavnin er eitt vælaverk og hann væntar eisini, at tað fer at hepnast væl.
Hann sigur, at tað vísur seg, at tað er fullkomiliga deyðavatn inni í nýggju samferðsluhavnini og tað hevur Drelnes ikki verið, serliga á eysturætt.
Hann sigur, at tá ið teir hava siglt framvið, hava teir hugt inn í nýggju havnina. Og onkuntíð, tá ið teir hava ligið á Drelnesi, og tað hevur verið illa liggjandi har, hava teir eisini meiri enn so verið og hugt eftir nýggju havnini.
-Tað hevur altíð verið fulkomiliga kyrt inni í nýggju havnini, so eg ivist ikki í at vit fáa eina sera góða og trygga havn.
- Tað sama fáa vit at vita frá teimum, sum hava arbeitt upp á havnina, sigur skiparin.
Hanus Lassen sigur, at so hevur nýggj samferðsluhavnin eisini tann sera stóra fyrimun, at hon hevur tvær atløgusíður, so tað gevur sera góðar møguleikar at leggja at undan vindinum, sama hvussu ættin er.
- Sostatt vænta vit okkum nógv av hesi nýggju havnini, men fer hon ikki at roynast avbera væl, verður tað eitt stórt vónbrot, leggur hann afturat.