Fýra ferðslubrot í Sandoynni í gjár

Tíðliga gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Sandoynni. Fýra bilførarar fingu bøtur frá løgregluni.

 

Tveir teirra fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, meðan annar teirra heldur ikki hevði fest trygdarbeltið. Hetta var longu um seks-tíðina í gjáramorgunin.

 

Nakrar tímar seinni, um níggju tíðina, steðgaði løgreglan aftur nøkrum bilum. Tá fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra, meðan teir hildu telefonini upp til oyrað.