Tingfundur verður í dag klokkan 11. Seks mál eru á skránni, teirra millum uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Tað snýr seg um at geva landsstýrinum víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a. Ítøkiliga snýr tað seg um at svartlista russisku reiðaríini Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og sum eru millum tey sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
Skráin fyri tingfundin er annars hendan:
Dagsskráin, hósdagur, 28. august 2025, kl. 11:00
1. Minningarorð um Øssur av Steinum, fyrrverandi løgtingsmann
2. 1. viðgerð LM-002/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn
3. 1. viðgerð LM-003/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2025
4. 1. viðgerð LM-001/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a.)
5. 1. viðgerð LM-004/2025 - Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2024
6. 1. viðgerð LM-005/2025 - Uppskot til samtyktar um fíggjarligt ískoyti til persónar yngri enn 15 ár til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi
7. Framløga