Neistin í eldin í dag

Hóast spenningurin um samlaða úrslitið ikki er tann heilt stóri eftir trygga 35-21 sigurin hjá Lovcen í fyrra dystinum, so eru góð útlit fyri einum fínum hondbóltsdysti í Høllini á Hálsi í dag.

Lovcen er í heimlandinum tiltikið sterkt á heimavølli, meðan teir á útivølli ikki hava sama massiva stuðulin, sum áskoðarafjøldin har vanliga gevur. Vónandi er tað ístaðin Neistin, sum hevur tann stuðulin í dag.