i. ? Men tað plagar at verða so, at hevur ein »dumma« seg gjøgnum árið, so kann verða vísur í at verða við í kabarettini. Sum skilst, so er evnið í kabarettini rættiliga lokalt, men fyri tað kann hon verða [...] klokkan 14 og tað verður Páll Thomsen, fyrrverandi fyrstilærari í Nólsoy, sum fer at seta stevnuna. Undir setanini fara Nólsoyar sangkór og Glymur at syngja. Skjøtil settur á Tað hevur gingið væl at fáa pengar [...] Leo Poulsen leggur dent á, at kappingin er eins nógv til skemtunnar, sum til álvara. ? Tað var René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo
tíbetur hevur koyrt, og er eitt av best riknu virkjum á Føroya landi. Verksmiðjan man óivað verða tað arbeiðspláss her á landi, sum hevurgivið besta íkastið til føroyska búskapin, og er heldur ikki sum nógvar [...] gevur hettar óivað tjóðveldisfólki, og øðrum, í Fuglafirði nakað at hugsa um, og eg kann sum býráðlimur ikki lata hettar fara óátalað aftur við borðinum. Kortanei til at taka fiskiskapin eftir ídnaðarfiski [...] Norðsjónum ikki ger skaða, meðan tað sindri vit sum einsamøll tjóð kundu fiska her um okkara leiðir, skal gera so stóran skaða, er mær ein gáta. Tað kann ikki verða annað enn at húkasyndromið hevur skúgvað
vil ikki nevna nakað tal. Men tað hevur verið sagt, at tingmannalønin er ov lág og at tað ber ikki til at liva av henni einsamallari. Tí eigur hon at fara upp fyri at taka tað umberingini frá tingmonnum. [...] lønin so verður hækkað, fer tað so at bera til at krevja av tingmonnum, at teir skulu verða politikarar burturav og at teir onki borgarligt starv skulu hava afturat? ?Nei, tað haldi eg ikki ber til. Men [...] um, at tað skal loysa seg at vera poltikari. Mær dámar ikki at ein skal spekulera í at verða politikari fyri lønina. Nú sigur Dagblaðið í eini oddagrein, at tað hevði verið eitt óheppið signal at sent
møguleikarnir hjá honum at sleppa av oynni aftur eru betri nú enn tær hava verið, er ilt at siga. At bíða, bíða og aftur bíða til málið kemur fyri hevur verið hansara leiklutur. Og hjálpin og stuðulin, hann hevur [...] hevur heldur ikki verið gjørt nógv fyri at fáa føroyingin av oynni aftur. í hvussu er virkar tað, sum at tað ikki er fyrr enn nú, at tey, sum hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi í málinum, eru [...] Danmark og Grønlandi. Hann metir, at tað als ikki hóskar seg fyri eitt demokratiskt land sum Frankaríki at handla, sum teir hava gjørt. Menninir hava ikki fingið eina rættvísa rættargongd, og tað hava teir
vunnu 8-0 á Skála. At talan ongantíð fór at verða um annað enn hvussu stórur HB-sigurin fór at verða, var eyðsæð frá byrjan. Skála hevði sera trupult við at fáa liðið mannað til dystin, og tær møttu ikki upp [...] on og Eyðvør úr Dímun tvey mál í part, meðan Annika Godtfred og Eyðfríð Kristiansen fingu hvør sítt. Útiliðið var sjáldsamur gestur í HB-brotsteiginum, og at Skála fær tað sera, sera trupult við at sleppa [...] millum EB og B36, men tann dysturin bleiv útsettur. Eftir hvat ítróttarsosialurin hevur skilt, komst hetta av, at Fótbóltssambandið ikki fekk útvegað dómara til dystin. Tað frættist, at ætlanin er at spæla
At málið ikki beinleiðis var á skránni á fundinum millum teir báðar uttanríkisráðharrarnar, merkir tó endiliga ikki tað, at teir ikki tóku hetta málið upp. Eva Jonson frá danska uttanríkisráðnum, sum hevur [...] føroyingarnar á Reunion, sigur, at ráðharrarnir avgera sjálvir, hvørji mál teir taka upp á fundinum teirra millum. Teir viðgera tað teir vilja. Hóast málið um Sigmund og Jógvan á Reunion ikki beinleiðis [...] beinleiðis var á dagskránni á fundinum, kann tað tó verða tikið upp undir punktinum ymiskt. Franski uttanríkisráðharrin kom seinnapartin í gjár at vitja starvsbróðir sín í Danmark, Niels Helveg Petersen. Teir skuldu
átjan dystir og ongantíð tapa. Men tað sveið, at fyrsta tapið skuldi vera ímóti grannunum, og tí var lítið annað at gera enn at sleppa sær til hús og so vóna, at HB fer at vera ovast, tá 18. og síðsta umfarið [...] u viðhaldsfólkunum sigst tað vera tað besta ? at vinna á HB. Viðhaldsfólkini fagnaðu sínum spælarum, og tað var um reppið, at mynd varð tikin av teimum! Tað hevði ikki verið so undarligt, um teir høvdu [...] til at fara ígjøgnum eitt kappingarár uttan tap. Dreymurin vardi í tíggju umfør, og hann var kanska ikki realistiskur, tí kappingin er so mikið tøtt, at tað ber illa til at ímynda sær, at eitt lið skal
so, at fólk eru vælkomin at seta seg at lurta, um tey hava hug til tess. Frá Christian og William til at senda drunn ? Felagskapurin IASS varð stovnaður eftir kríggið og hetta er 22. ráðstevnan og bók [...] bókmentafrøðingarnar og tað er eisini gott hjá norðurlendskum bókmentafólki at hava samband við fólk aðrastaðni; tey, ið hyggja at norðurlendskum bókmentum uttanífrá. ? Stevnan er annaðhvørt ár og aðruhvørjaferð [...] fingu Valdemar Dalsgaard at lesa hann upp, og tí kom hann væl frá, heldur Malan Marnersdóttir, ið tó heldur tað var spell, at høvi so ikki var at seta spurningar. Fólk eru vælkomin 6 høvuðsfyrilestrar eru
Tað er ein stór og fjølbroytt skrá, sum er lýst fyri dagarnar, nú Klaksvík heldur níti ára dagin. Nógv tiltøk eru á skránni og sigast má, at har skuldi verði okkurt fyri einhvønn at fari til. Leygarkvøldið [...] áhugað fyri orgultónleiki og fyri kórsangi okkurt at fara til, tí tá verður konsert í Christianskirkjuni. Luttakararnir á konsertini verða danski urguleikarin Troben Krebs og Klaksvíkskórið. Torben Krebs [...] fyri bert fimm mánaðum síðani, og framførslan í kvøld verður sostatt fyrsta almenna konsertin, sum kórið tekur lut í. Á skránni hjá kórinum verða nógvir fosturlandssangir og eisini tveir »sakralir satsir«
Torben Krebs at spæla verk eftir Bach, Barber og Mozart, umframt at hann fer at improvisera yvir føroysk sálmaløg [...] Tað verður urgukonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld. Tá fer kendi danski urguleikarin Torben Krebs at hava konsert. Torben Krebs er sera kendur umkring í Europa og hevur verið á nógvum konsertferðum og [...] saxofonir og urga, og í »Trio En Chamade«, sum er bólkur við tveimum trompetum og einari urgu. Harafturat hevur Torben Krebs eisini givið út fløgu saman við øðrum kendum tónleikurum. Á konsertini fer Torben