Fyri 12 árum síðan róði ein seinni vælkendur árabátur inn á Langelinie í Keypmannahavn.
Ferðin hjá Ova Joensen yvir hav var at enda komin og tað var nógv hóvasták gjørt burturúr hesi stórhending.
Sum flest øllum kunnugt setti Ovi sær fyri at útvegað børnunum í Nólsoy ein svimjihyl, men hann náddi ikki málinum áðrenn hann fór hiðani.
Men í Nólsoy býr nógv gott fólk, og tey hava tí tikið seg saman til at útvegað peningin, sum skal til fyri at fáa eina svimjihøll í bygdini.
Í tí sambandinum skipað tey, fimta árið á rað, fyri Ovastevnu í Nólsoy.
Stevnan byrjar, við rættuliga fjølbroyttari skrá, fríggjadagin og heldur á til mánadagin.
Nólsoyarkabarett
Nólsoyingar hava altíð dugað væl at spælt sjónleik, og hetta er nakað, sum tey ætla at vísa fram í sambandi við stevnuna.
Tey hava gjørt eina kabarett, sum tey kallað »Hurlivas í Nólsoyargeilum«.
? Hvat innihaldi er, er ikki rættiliga greitt, sigur Leo Poulsen, sum er í stevnunevndini.
? Men tað plagar at verða so, at hevur ein »dumma« seg gjøgnum árið, so kann verða vísur í at verða við í kabarettini.
Sum skilst, so er evnið í kabarettini rættiliga lokalt, men fyri tað kann hon verða skemtilig fyri avbygdafólk eisini.
? Leikararnir eru allir blaðungir. Teir hava umframt at leika eisini skrivað meginpartin av kabarettina sjálvi, sigur Leo Poulsen.
Dansur í teltinum
Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður skipað fyri dansi í Nólsoy.
Hini árini hevur dansurin verði í bygdarhúsinum, men tað hevur verið heldur trupult m.a. tí, at tað er eisini har kabarettin verður framførd.
Fyri at dansurin kundi verða skuldi pallurin takast niður, og so setast upp aftur til framførsluna dagin eftir.
? Hesum slepst undan í ár, tí vit hava leigað okkum teltið frá Tórshavnar Ítróttarráð. Tað kostar okkum eitt sindur meir, men vit sleppa undan einari rúgvu av trupulleikum, sigur Leo Poulsen.
Tað verða kendir nólsoyingar, sum fara at spara til dansin. Fríggjakvøldið spælir Feedback og leygarkvøldið spæla Kim og hansara vinmenn.
Feedback er lokalur bólkur burturav, meðan Kim far hjálp frá onkrum av tónleikarunum í bólkinum Taxi umframt onkrum øðrum.
Sterkasti
maður í Nólsoy
Tað verður eingin kappróður í Nólsoyarfirði hesaferð, men harafturímóti verður aftur í ár leitað eftir sterkasta manni í Nólsoy.
Henda kapping verður leygardagin klokkan 15.00, men Leo Poulsen leggur dent á, at kappingin er eins nógv til skemtunnar, sum til álvara.
? Tað var René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo Poulsen.
? Hann sigur at hann hevur ilt í rygginum.
Onnur tiltøk
Sum verða mann, so eru eisini onnur tiltøk á skránni á Ovastevnuni.
M.a. verður skipað fyri ponyríðing á Mýruni, tombola og skjótibreyt við Nýggjaveg og breyðsølu á Kunningarstøðini.
Leygarkvøldið klokkan 22 verður felagssangur undir Mikkjalsveggi.
? Hetta er ein táttur, sum hevur verið á skránni hvørt ár, og tað er sera hugnaligt, sigur Leo Poulsen.
Ovastevnan 1998 verður sett leygardagin klokkan 14 og tað verður Páll Thomsen, fyrrverandi fyrstilærari í Nólsoy, sum fer at seta stevnuna. Undir setanini fara Nólsoyar sangkór og Glymur at syngja.
Skjøtil settur á
Tað hevur gingið væl at fáa pengar inn hjá stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy.
Umleið 1,5 mió. krónur eru komnar í kassan síðan farið var at savna inn.
Hesin peningur er tó ikki allur tøkur, tí ein partur er brúktur til prjoektering og ein annar partur er brúktur til at gjalda fyri útgrevsturin, sum longu er gjørdur.
? Harumframt vóru vit so óheppin, at hava peningin í klemmu í Fossbankanum, tá hann fór av knóranum, og haðani hava vit ikki fingið alt aftur. Tað resta einar 100 túsund krónur í enn.
? Men hóast smeitin, so er gongd komin á arbeiði. Ætlanin er at bori- og spreingiarbeiði og stoypiarbeiði skuldi verða liðugt í ár, men nú er so langt fráliði, at vit bíða við stoypiarbeiðnum til várs, sigur Leo Poulsen.
Svimjihøllin í Nólsoy er projekterað til at kosta umleið 4 mió. krónur, so tað er brúk fyri einum sindri av peningi.