At málið ikki beinleiðis var á skránni á fundinum millum teir báðar uttanríkisráðharrarnar, merkir tó endiliga ikki tað, at teir ikki tóku hetta málið upp.
Eva Jonson frá danska uttanríkisráðnum, sum hevur viðgjørt málið um føroyingarnar á Reunion, sigur, at ráðharrarnir avgera sjálvir, hvørji mál teir taka upp á fundinum teirra millum. Teir viðgera tað teir vilja.
Hóast málið um Sigmund og Jógvan á Reunion ikki beinleiðis var á dagskránni á fundinum, kann tað tó verða tikið upp undir punktinum ymiskt.
Franski uttanríkisráðharrin kom seinnapartin í gjár at vitja starvsbróðir sín í Danmark, Niels Helveg Petersen. Teir skuldu fundast í Danmark í gjár, og í dag skuldu teri eftir ætlan til Grøndlands.