Konsert í Christianskirkjuni

Í samandi við at Klaksvíkin verður 90 ár verður skipað fyri hópin av tiltøkum í høvuðsstaðnum í Norðoyggjum. Í kvøld verður eitt teirra í Christianskirkjuni

Tað er ein stór og fjølbroytt skrá, sum er lýst fyri dagarnar, nú Klaksvík heldur níti ára dagin.

Nógv tiltøk eru á skránni og sigast má, at har skuldi verði okkurt fyri einhvønn at fari til.

Leygarkvøldið klokkan 20 fáa tey, ið hava áhugað fyri orgultónleiki og fyri kórsangi okkurt at fara til, tí tá verður konsert í Christianskirkjuni.

Luttakararnir á konsertini verða danski urguleikarin Troben Krebs og Klaksvíkskórið.

Torben Krebs er kendur urguleikari, sum hevur ferðast víða við sínum konsertum. M. a. hevur hann spælt í St. Pauls Cathedral í London.

Torben Krebs starvast annars sum urguleikari í Ansgars Kirke í Odense, sum eisini er ein av vinarbýunum hjá Klaksvíkini.

Klaksvíkskórið, sum telur einar 40 sangarar, er spildurnýtt kór, sum hevur Meinhard Bjartalíð sum leiðara.

Kórið fór undir venjingar fyri bert fimm mánaðum síðani, og framførslan í kvøld verður sostatt fyrsta almenna konsertin, sum kórið tekur lut í.

Á skránni hjá kórinum verða nógvir fosturlandssangir og eisini tveir »sakralir satsir«.