bendi eisini alt á, at her ætlaði havnarliðið ikki at lata sær nakað sum helst lynda. Serliga fyrstu løtuna tóktust gøtumenn hava sera ilt við at standa ímóti trýstinum frá HB, men tó at tað fleiri ferðir [...] hóast eitt seinasta desperat trýst, so tóktist alt vera liðugt hjá gøtumonnunum. Heldur ikki vanliga álopsvápnið við at flyta Bartal Eliasen niðan at stúta nakrar bóltar, hevði fram til hetta givið úrslit [...] eina kraftiga ávaring til leikararnar um, at her máttu teir fyri alt í verðini ikki taka ov lætt upp á uppgávuna, tí treiskni hjá GÍ hevði fyrr víst seg at vera stórur biti hjá HB. Ikki minst í dystinum
arbeiði eftir at gera fyri at fáa kommunalpolitikararnar at skilja hesa støðuna. Um tú so setur ferðforðingar upp, so revsar tú ikki hini, sum koyra skynsamt, og tað er ikki rætt at siga, at tú revsar fólk [...] Kragesteen á. ? Hvør torir, at senda barnið út at spæla, tá tey vita, at meir a enn ein bilur um tíman koyrir uttan fyrilit? Brúgvasteinar eru lagdir til síðuvegirnar, og eg haldi, at teir skuldu heldur verið [...] heldur, at tað skuldi ikki verið loyvt at koyrt meira enn 30 km/t í meginpartinum av miðbýnum í Havn, tí tað ber ikki til at koyra skjótari hóast alt. ? Tað hevði heldur onki verið galið við, at gjørt bungur
bundið seg til ikki at søkja hvørt at øðrum. Eg skal royna at greiða frá í stuttum, hví Týskland seinast í juni 1941 breyt hetta lyftið. Her eiga vit í fyrsta lagi at minnast til, at londini vóru klassiskir [...] fíggindar, og at tey í fyrsta heimsbardaga høvdu verið í stríði. Harnæst eiga vit at minnast, at Adolf Hitler longu í Mein Kampf hevði skrivað bart út, at hansara politiska ætlan var at taka ein part av [...] var í røðuni, sum boðaði frá, at hann kanska fór at vaksa við uppgávuni. Eitt nú kallaði hann sínar landsmenn "brøður og systrar", eitt tekin um, at hann fór at royna at fylkja og savna tjóðina. Um hetta
komið niður úr luftini ella oman brekkuna, og í hesi túsundtals árini hevur brýnt og fílað hendan sterka klettin. Hesa ímyndina av ævinleikanum, sum kortini hevur verið noydd at boyggja seg fyri hesum óskapiligu [...] sinnalag. Støðufastur og róligur, eins og hann eisini kann vera ágangandi og viðhvørt beinleiðis áloypandi. Her og har koma illsinniherðindi sendandi oman gjøgnum líðirnar, tá okkurt berglopið hevur verið í erva [...] á ta fyrijáttan, at: »Tú ert Pætur (tað merkir klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.« Og soleiðis fer kletturin altíð at standa sum tað æviga
uppi í Føroyum, tá átti at verið nakað fyri teg?« A. C. Lützen helt tað vera nyttuleyst at søkja, tí tað tók so langa tíð at fáa post til Føroya, at tá mátti starvið langt síðani vera sett. Men hann helt tað [...] stevnuna hjá »Føringafelag«, sum m. a. var at fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at gerast sjálvbjargnar í øllum lutum. A. C. Evensen fór at arbeiða við málinum, at skriva út og savna føroysk orð, og [...] skrivar hon m. a., »?at stórur meiriluti av fólki í Skopum søkti um loyvi til hansara at hava føroyska hámessu upp ímillum, aftan á at hava sagt frá tí, at prestur vanliga bert prædikaði seks ferðir um árið
sjálvandi merkt, at teir høvdu hildið fast um einsamalla oddasessin, men hinvegin man tað kennast hugaligt, at teir nú spakuliga eru um at fáa skaddu leikarar sínar aftur. Tað er einki at ivast í, at fyri stabilitetin [...] vølin, og hetta gav sjálvandi gøtumonnum væl betri sømdir at spæla. Og tó at tað ikki komu fleiri mál fyri steðgin, so var einki at ivast í, at runavíkingar nú partvíst spældu eftir hæli. Fleiri ferðir [...] landskappingardyst, og eftir samlaða tapið í steypakappingini var einki at ivast í, at runavíkingarnir hesa ferð høvdu nakað at hevna. Og tað vóru eisini gestirnir, sum sýndu størra stríðsfúsnið fyrstu
eri ikki við í ár. Vit plaga at hyggja eftir kappróðrinum heimanifrá. Man sær so væl frá okkum av, men viðhvørt fara vit eisini oman í fjøruna at hyggja. Um líkindini vera góð, so fari eg á midnáttarsamkomuna [...] hugnaligt, og tað dámar mær sera væl. Adelborg Linklett Eg veit satt at siga ikki, hvat eg fari at gera á norðoyastevnu. Hon fer í øllum førum at verða øðrvísi enn hon plagar. Eg havi seinastu 25 árini verið [...] an. Hvussu verður við gestum ella ikki, veit eg ikki rættiliga. Vit plaga at vitja fólk sjálvi. Og tað vísir seg altíð at vera tey somu sum man vitjar. Tað er vorðið siður nú ígjøgnum árini. Fróði Løkságarð
stigtakari til at savna undirskriftir saman til at fáa ferðforðingar. ? Tað er hetta vegastrekkið, sum verður brúkt at koyra skjótt á. Serliga um kvøldarnar um summarið koma bilar rasandi oman, og tað er júst [...] havi fingið at vita eisini í svarinum, at bilførararnir skulu koyra eftir umstøðunum og tað er ábyrgdin hjá tí einstaka at halda ferðslulógina. Og tað eri eg eisini samd í. Men orsøkin til, at ein ger f [...] óhappi fyri, at okkurt skal henda. Tað er serliga um sumrarnar, at trupulleikar eru av ov skjótt koyrandi bilum. Og hetta vegastrekkið er ikki júst nakar breiður vegur, men heldur ikki so smalur, at tað forðar
fer at vera tað sama, sum vit kenna tað úr Keypmannahavn. Tvíflísar, pastarættir og annað verður at fáa at eta, tó uttan, at tað yvirhøvur skal fara inn á matstovuøkið. Onki live Gallarí Jinx fer at hava [...] ymsu sløgini av kaffibønum. ? Eg meti, at tað er avgjørt grundarlag fyri at lata eina nýggja café upp. Meira fólk hava at velja ímillum, betur tíma tey út. Eg vóni, at eg fái meira kappingarneytar á Áarvegnum [...] teir metrarnar longur, tí teimum dámar at vera her, men tað er sjálvandi attraktivt at vera nær miðbýnum. Nógvar spennandi verkætlanir eru eisini í gongd, sum Florenta tó ikki vil avdúka nú, tí onki er rættiliga
fl. fólkaskúlans (við hesum er ikki sagt, at onnur ikki kunnu nýta hetta tilfar). Í fororðunum sigur Kári m.a., at í fólkaskúlanum eigur at verða miðað eftir at vekja áhuga næminganna fyri sangi og tónleiki [...] Hetta tilfar hevur tann fyrimun, at heilir flokkar kunnu vera virknir við at íðka tónleik í senn, uttan stórvegis forkunnleika ella venjing. Hugskotið við Tónlæruni er, at børnini gjøgnum skipað spæl læra [...] teknikkin við at spæla, tey læra at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at konsentrera seg ( koma inn, tá tey skulu koma inn og út aftur, tá tey skulu). Sera einfalt og gott. Í bók 2 og 3 verður bygt oman á, soleiðis