Vit ynskja okkum ferðsluforðingar

Familjurnar, sum búgva framvið ovara parti av Tróndargøtu, ynskja sær ferðforðingar. Tær meta, at ferðforðingarnar, eru umráðandi fyri ferðslutrygdina hjá børnunum, sum serliga um sumrarnar spæla leingi úti, tá bilar koma rasandi oman eftir vegnum. Sosialurin hevur hitt Ásu Andreasen, sum síðani 2001, hevur arbeitt við at fáa bøtt um ferðslutrygdina eftir Tróndargøtu, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr

Havn: Familjurnar, sum búgva framvið vegastrekkinum frá Mimir og oman ímóti Evangeliihúsinum ynskja sær ferðforðingar. Orsøkin er ikki heilt ógrundað. Økið er fylt við barnafamiljum, og tað eru eini hálvthundrað børn í grannalagnum, sum eru undir 13 ár, sum spæla úti.
Borgararnir hava eisini gjørt sítt til at royna at fáa hetta ígjøgnum. Søkt hevur verið um ferðforðingar av einum ella øðrum slagi til hetta vegastrekkið, men enn er í øllum førum onki komið.
Ása Andreasen er ein av borgarunum og mammunum, sum búgva júst á hesum økinum, og hevur hon eisini verið stigtakari til at savna undirskriftir saman til at fáa ferðforðingar.
? Tað er hetta vegastrekkið, sum verður brúkt at koyra skjótt á. Serliga um kvøldarnar um summarið koma bilar rasandi oman, og tað er júst tá, at børnini spæla leingi úti, greiðir Ása Andreasen frá.

Fáa ongar forðingar

Søkt varð um ferðforðingar í juni mánaði 2001. Tá varð sagt, at ovari partur av Tróndargøtu skuldi gerast í stand um eitt til tvey ár, og júst nú er arbeiði í gongd eftir hesum vegastrekkinum. Men tó vil býráðið ikki lova nakrar ferðforðingar til familjurnar her.
? Frá býráðnum havi eg fingið at vita, at ongar ferðforðingar verða settar upp. Hví so er, veit eg ikki. Víst verður til nakrar ferðslukanningar, sum eru gjørdar yvir fýra dagar í oktober, men hetta haldi eg ikki er nóg gott. Eg vil hava eitt grundað svar yvir, hví tað er soleiðis. Býráðið hevur bara sagt, at tað verður ikki gjørt og so er tað yvirstaðið. Ferðforðingar eru gjørdar eftir vegnum framvið plantasjuni og eftir SMS vegnum, og eg kundi gott hugsað mær at vita, hvør munurin millum teir vegirnar og Tróndargøtu er, sigur ein ørkymlað Ása.
Í svarinum, sum býráðið sendi Ásu stóð: »Sum kunnugt verða ongi ferðtálmandi tiltøk gjørd á ovara parti av Tróndargøtu, vísandi til ferðsluteljingarnar gjørdar á staðnum 24. ? 27. oktober 2001.«
? Eg havi fingið at vita eisini í svarinum, at bilførararnir skulu koyra eftir umstøðunum og tað er ábyrgdin hjá tí einstaka at halda ferðslulógina. Og tað eri eg eisini samd í. Men orsøkin til, at ein ger ferðsluforðingar er nevniliga tí, at øll koyra ikki eftir umstøðunum.
Ferðsluteljingarnar vístu, at tað eru 85% sum koyra 41 km/t, sum jú er undir mest loyvdu ferð. Men hetta heldur Ása framvegis verða nógv, tí økið er skúlaøkið, og ferðin verður eisini sett niður, tá fólkini skulu seta børnini av í skúlanum.
? Um ikki annað, so kundu vit fingið tað til, at mest loyvda ferð var 30 km/t. her eru nógv børn, og tá tey verða sett av noyðast tey øll yvirum vegin, og tá er 41 km/t nógv, sigur Ása.

Nógvir bilar

Og ferðslan er ikki heit lítil oman eftir Tróndargøtu. Ferðsluteljingarnar hjá býráðnum vístu, at í fýra dagar koyrdu 8981 bilar eftir nevnda vegastrekkið. Tað gevur eitt tal á góðar 2245 bilar um dagin.
? Eg haldi ikki býráðið tekur støðu til, hvør hugburðurin er til ferðslu í kommununi. Og júst nú, at alt hetta prátið um Nullhugsjónina er í gongd, og vit hava fingið eitt álit um ferðslutrygd, so hóskar hetta seg ikki rættiliga til, heldur Ása, sum spyr, um onkur má doyggja á vegnum ella koma út fyri eini álvarsamum óhappi fyri, at okkurt skal henda.
Tað er serliga um sumrarnar, at trupulleikar eru av ov skjótt koyrandi bilum. Og hetta vegastrekkið er ikki júst nakar breiður vegur, men heldur ikki so smalur, at tað forðar bilførarum í at koyra skjótt.
? Eg kann kanska tykjast grenjut, men hetta er eitt álvarsamt mál fyri okkum, sum búgva her.

Støði í ferðsluteljingum

Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð, sigur, at støðið til at gera ferðsluforðingar verður tikið í ferðslukanningunum, sum verða gjørdar á økinum. Ferðslukanningarnar máta, hvussu nógvir bilar koyra har um dagin, og hvussu skjótt teir koyra.
? Í flestu førunum koyra 98-99% lógligt, og bara 1% koyrir ov skjótt. Vit kunnu ikki revsa øll tey 99%, sum koyra lógligt. Um vit skuldu sagt ja til at gera allar ferðsluforðingarnar, sum tað verður søkt um, so hevði tað verið sum at koyrt á mánanum í Havn, sigur Sjúrður Olsen, sum leggur afturat, at tað eru ofta barnafamiljurnar, sum ynskja ferðsluforðingarnar, men sum síðani vilja hava tær vekk aftur, tá børnini eru vorðin vaksin.
Formaðurin í teknisku nevnd vil tó ikki siga, at tað skal ein deyðsvanlukka til áðrenn nakað hendir, sjálvt um tað kanska vísir seg at vera afturgangandi.
? Støðið verður tikið í ferðslukanningunum. Tá fólk skriva inn og søkja um ferðforðingar, so gera vit eina ferðkanning á økinum. Tá tað er liðugt, verður málið lagt fram fyri nevnd, sum síðani ger av, hvat skal henda í málinum, greiðir Sjúrður frá.
Og sum støðan er nú, liggur málið hjá Ásu Andreasen og hinum barnafamiljunum til at fara fyri ferðslunevndina í býráðnum. Men hvat svarið verður vita tey sjálvsagt ikki enn.