Ferðslutrygd
Sosialurin varpaði fyri fáum døgum síðani ljós á ferðsluviðurskiftini omaneftir ovara parti á Tróndargøtu. Foreldrini, sum búgva í hesum grannalagnum, ynskja sær ferðforðingar oman eftir vegnum. Hetta kemst av, at bilar um sumrarnar, tá veðrið er gott, koyra við nógvari ferð omaneftir vegnum, og hetta meta foreldrini ikki vera trygt fyri børnini, tí tey spæla jú leingi úti tá tey hava frí.
? Ferðforðingar gera ógvuliga stóranmun, og í veruleikanum kanst tú ikki koyra meira enn 30 km/t har. Onki galið hevði verið í, at lagt ferðforðingar oman handanvegin, tí økið hevur bæði barnagarð, skúlar, nógv hús og nógv børn, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ein um tíman
Ferðslukanningarnar, sum vórðu gjørdar eftir Tróndargøtu vístu, at tað vóru góðir 2200 bilar, sum koyrdu tann vegin um døgnið. Og um so bara eitt prosent av teimum koyrir ov skjótt, so verður hetta meira enn ein bilur um tíman, vísir Jón Kragesteen á.
? Hvør torir, at senda barnið út at spæla, tá tey vita, at meir a enn ein bilur um tíman koyrir uttan fyrilit? Brúgvasteinar eru lagdir til síðuvegirnar, og eg haldi, at teir skuldu heldur verið lagdir omaneftir sjálvari Tróndargøtu, sigur leiðarin fyri Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Jón Kragesteen heldur, at tað skuldi ikki verið loyvt at koyrt meira enn 30 km/t í meginpartinum av miðbýnum í Havn, tí tað ber ikki til at koyra skjótari hóast alt.
? Tað hevði heldur onki verið galið við, at gjørt bungur eftir øllum vegunum í miðbýnum. Tí fert tú í ein stórbý í einum av grannalondum okkara, so sært tú ferðforðingar í sjálvum miðbýnum.
Í svarinum, sum foreldrini fingu frá býráðnum stóð, at tað var ábyrgdin hjá tí einstaka bilføraranum at vísa fyrilit.
? Men hvør letur lívið á barninum í hendurnar á øðrum bilførarum, sum eiga at vísa fyrilit? Vit kunnu bara ásanna, at har er nógv arbeiði eftir at gera fyri at fáa kommunalpolitikararnar at skilja hesa støðuna. Um tú so setur ferðforðingar upp, so revsar tú ikki hini, sum koyra skynsamt, og tað er ikki rætt at siga, at tú revsar fólk, tá tú fært tey at koyra samvitskufult, sigur Jón Kragesteen.
Nullhugsjón fyri øll
Fyri stuttum varð álitið »Ávegis til Nullhugsjónina« handað landsstýrismanninum. Nullhugsjónin leggur upp til, at ongin skal doyggja ella verða álvarsliga meiddur í ferðsluni.
? Vit skulu fáa Nullhugsjónina útum okkara fýra húsaveggir. Ein og hvør vil ikki, at nakað skal henda teirra familju, so hvør familja hevur eina Nullhugsjón. Tá hugsar man um seg sjálvan, men vit skulu fáa Nullhugsjónina at galda fyri grannan eisini.
? Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í býráðnum segði, at foreldur vilja hava ferðforðingar tá børnini eru smá, og tá tey eru vaksin, vilja tey av við ferðforðingarnar. Hann rakar nakað sentralt her. Men tað er her tað trupla liggur. Nullhugsjónin skal verða galdandi fyri øll, greiðir Jón Kragesteen frá.
Leiðarin fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd vil ikki siga, at tað skulu fólk doyggja áðrenn nakað hendir.
? Men tað sær út sum, at avleiðingarnar skulu vera nógvar áðrenn fólkini fáa eyguni upp fyri, at okkurt má gerast, sigur Jón Kragesteen, sum vísir á at bungurnar á Gundadalsvegnum vóru gjørdar eftir, at eini trý fólk høvdu latið lív og tað sama við SMS-vegnum.
? Vit eru ikki komin longur enn so, at vegirnir verða gjørdir til bilførarar. Um tú hyggur eftir gongubreytakantunum, so verða niðurskurðir gjørdir, har eitt bilhús er. Men á endanum á gongubreytunum, har fólk skulu ganga, bæði við barnavognum og koyra við koyristóli, har er kanturin eini 10-15 cm høgur.
? Ein hugburðsbroyting skal til. Tankarnir skulu broytast. Men tað er ofta soleiðis, at teir politikararnir, sum úttala seg um ferðsluviðurskift eru menn um miðjan aldur, har børnini eru flogin úr reiðrinum. Eg haldi, at konufólk skilja handan trupulleikan betri, men vit hava nógv eftir at gera fyri at fáa fólk at skilja hesi tingini, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd at enda.