Havn: Blómuhandilin gjørdur av glasi á Áarvegnum er eyðkendur. Handilin við blómum hjá Trónd Hansen hevur verið til longur enn fleiri kunnu minnast, men í summar verður hann søga.
Florentz Skipagøta fer nevniliga í summar at lata upp café í eyðkendu blómuhandilshølunum á Áarvegnum. Caféin hevur fingið navnið Gallarí Jinx.
? Eg fari at lata upp eina café á tann meira útlendska mátan enn vit kenna hann her í Føroyum, sigur komandi café-eigarin, Florentz Skipagøta.
? Café útboðið fer at vera tað sama, sum vit kenna tað úr Keypmannahavn. Tvíflísar, pastarættir og annað verður at fáa at eta, tó uttan, at tað yvirhøvur skal fara inn á matstovuøkið.
Onki live
Gallarí Jinx fer at hava opið frá morgninum av og til umleið midnátt. Um vikuskiftini verður helst opið eitt sindur longri, men tað er ikki enn avgjørt, hvussu leingi.
? Live-tónleikur verður ikki inni hjá mær. Tað fer tað ongantíð at vera. Hetta verður ikki tann nýggja barrin í Havn, sjálvt um tú saktans kanst koma inn at fáa tær eina øl ella tvær, sigur Florentz, sum hevur eisini hevur søkt um skeinkiloyvi til nýggju caféina.
Sum nakað serligt, so verða millum annað tríggir ymiskir kaffimalarar til tey ymsu sløgini av kaffibønum.
? Eg meti, at tað er avgjørt grundarlag fyri at lata eina nýggja café upp. Meira fólk hava at velja ímillum, betur tíma tey út. Eg vóni, at eg fái meira kappingarneytar á Áarvegnum, sigur Florentz, sum eisini ásannar, at staðið hjá henni liggur sera væl fyri.
? Hvar staðið liggur hevur sjálvandi týdning. Men ikki so stóran týdning, at um tað lá eitt sindur meira avsíðis, so skuldu fólk tímað at gingið teir metrarnar longur, tí teimum dámar at vera her, men tað er sjálvandi attraktivt at vera nær miðbýnum.
Nógvar spennandi verkætlanir eru eisini í gongd, sum Florenta tó ikki vil avdúka nú, tí onki er rættiliga komið upp á pláss enn.
? Fyri meg fer ferðavinnan eisini at hava týdning. Øll, sum koma til Havnar, ganga eftir Áarvegnum, og tá fara tey at ganga framvið hjá mær bæði oman og niðan.
Nær Gallarí Jinx letur upp, er ikki endaliga avgjørt enn, men Florentz vónar, at tað verður einaferð í juli mánaði. Bygningurin verður ikki broyttur, men onkrar smærri broytingar skulu gerast.