Grannarnir býttu í Gøtu

Enn einaferð spældu NSÍ og GÍ eina javna grannauppgerð, og heldur ikki hesaferð eydnaðist NSÍ at fáa fatur á øllum

Fótbóltur

Fyri trijðu ferð innan stutta tíð skuldu GÍ og NSÍ takast í grannauppgerðini. Hesa ferð var talan um landskappingardyst, og eftir samlaða tapið í steypakappingini var einki at ivast í, at runavíkingarnir hesa ferð høvdu nakað at hevna.
Og tað vóru eisini gestirnir, sum sýndu størra stríðsfúsnið fyrstu løtuna. Heilt skjótt høvdu teir líka sum skapt sær eitt gott trýst oman móti GÍ málinum, og fyri mong mundi tað hesa løtuna bara kennast sum ein spurningur um tíð, áðrenn eitt mál skuldi koma.
Serstakliga Sonni L. Petersen var nakrar ferðir nær við, men tað var tað úr verjuni, at málið kom, tá fyrsta korterið var farið. Jónstein Petersen vann sær fríspark í vinstru, og tá Ian Højgaard sendi hetta innfyri, var Óli Hansen hægstur og stútaði gestirnar framum.

Tóku seg aftur
Kanska var tað ótilvitað, men eftir leiðslumálið tóku runavíkingarnir seg nakað væl longur aftur á vølin, og hetta gav sjálvandi gøtumonnum væl betri sømdir at spæla.
Og tó at tað ikki komu fleiri mál fyri steðgin, so var einki at ivast í, at runavíkingar nú partvíst spældu eftir hæli. Fleiri ferðir gjørdist talan um heilt vandamiklar atsóknir frá heimaliðnum, men í Jens Martini áttu runavíkingarnir ein góðan seinasta skansa.
Hevði spælið verið skiftandi fyrra umfarið, so var tað meira javnt býtt seinastu trý korterini. Báðir partar royndu av øllum alvi at fáa málið, sum antin kundi avgera ella bjarga dystinum, og nakrar ferðir stóð eisini á framman fyri málini bæði.
Tað kom tó bert eitt mál afturat. Undir einum GÍ álopi verður bólturin stútaður inn móti NSÍ brotsteiginum, og har var hondin hjá Messias á, og so var einki roks frá dómaranum. Brotsspark varð dømt, og hetta sendi leikandi venjarin, Krzystof Popczynski trygt í netið. Sami Krzystof hevði nakað seinni ein góðan møguleika at avgera dystin, men hesaferð var Jens Marti fyri honum sum køtturin, og eisini í hinum endanum mátti Jacek einar tvær ferðir prógva, at hann kann gerast sannur fongur hjá GÍ.

So toluligt
Altso gjørdist talan um javnleik í Gøtu, og samanumtikið, so man hetta vera eitt úrslit, sum báðir partar kunnu liva so toluliga væl við. Runavíkingar hava ongan tíð havt nakra lætta uppgávu í hesum dystum, og tí man eitt stig í sjálvum sær ikki vera heilt av leið.
Hjá GÍ høvdu trý stig sjálvandi merkt, at teir høvdu hildið fast um einsamalla oddasessin, men hinvegin man tað kennast hugaligt, at teir nú spakuliga eru um at fáa skaddu leikarar sínar aftur. Tað er einki at ivast í, at fyri stabilitetin restina av árinum er hetta av alstórum týdningi, og spurningurin er so bara, hvussu væl liðið er fyri, tá teir sunnudagin skulu til Havnar at spæla oddadyst móti HB.

Dysturin í tølum
GÍ-NSÍ 1-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
1-1: Krzystof Popczynksi (br.)