Tað hevur kavað illa og samstundis er tað rættiliga kalt, so tað hevur verið hált at koyrt. Men løgreglan sigur, at tað hava verið lítlir og ongir trupulleikar í ferðsluni, kortini. Seint seinnapartin [...] at koyrilukindini hava verið eitt sindur lumpislig, tí tað er ikki nógvur kavi á vegnum, men tað hevur havt lyndi til at rúka og at leggjast í smáar fannir á vegnum, og tað kann koma óvart á bilførarar
fær ikki sundalagsmenn upp at flákra. Teir taka ein dyst í senn, og hóast EB/Streymur hevur sjey stig og HB hevur fýra stig áðrenn liðini møtast um seks dagar, so metir Heðin Askham, at HB er favorittur [...] EB/Streymur hevur fingið eina rimmar byrjan í Betrideildini. Aftaná trý umfør eru sundalagsmenn næstfremst í Betrideildini við sjey stigum. Í dag vann EB/Streymur 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. Øll málini
13. mai vann AB 2-0 á EB/Streymi. Síðani tá hevur liðið tapt átta dystir á rað í landskappingini, og hevur talan verið um eina ørkymlandi oyðimarkarferð. Í dag bleiv ónda ringrásin steðgað við einum góðum [...] dystum, og Sorin Anghel ásannar, at tað er har størsti trupuleikin hjá AB liggur. Hann heldur liðið hevur rætta hugburðin og stríðist væl, men málini mangla. Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36
uppskotinum, sum landsstýrið hevur lagt fram annars. Heldur ikki Fólkaflokkurin tekur undir við uppskotinum. - Løgmaður hevur í tvey ár roynt at finna eina semju, men hevur ikki megnað tað. So bað hann
Upsafiskiskapurin hevur verið vánaligur, men partrolararnir hava fingið nakað av hýsu í seinastuni. Tað vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í gjár. Lagt varð aftrat, at eitt partrolarapar hevur fiskað eftir [...] eftir kongafiski, og her hevur fiskiskapurin verið brúkiligur. - Ein djúpvatnstrolari ger í løtuni eina roynd eftir toski og hýsu. Hinir allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men fara væntandi út
Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur skipað seg Lógir felagsins áseta, at nevndin skal skipa seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin. Formaðurin er valdur beinleiðis av aðalfundinum. Á aðalfundinum 3 [...] Gaardlykke. Elin N. W. Tausen og Halgerð Jacobsen stóðu ikki fyri valið. Nevndin í Føroya Pedagogfelagid hevur skipa seg soleiðis: Jógvan Philbrow, formaður Elin N. W. Tausen, næstforkvinna. Nikkil Heinesen, skrivari [...] Streymoy, 1. tiltakslimur Valborg Hammer, 2. tiltakslimur Annilisa Davidsen, 3. tiltakslimur Nevndin hevur eisini avgjørt, at Elin skal umboða nevndina í A&U-grunninum og at Nikkil skal umboða felagið í N
vaksin. Summar Festivalurin hevur skikkað sær væl í ár eftir veðrinum at døma, tí sólin skein í Klaksvík í dag. Fyrsti Summar Festivalurin nakrantíð var í 2004, og síðan tá hevur hann verið hvørt ár. Boney [...] Summar Festivalurin hevur 15 ára føðingardag í ár, og hetta varð hátíðarhildið við undirhaldi, tónleiki og ábiti á Vágsbø í dag. Klovnurin Bubu syrgdi fyri undirhaldinum, og Danny Baldursson var eisini
stjørnan, Neymar, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Paris Saint Germain. Spanska blaðið, Marca, skrivar í øllum førum, at eitt umboð fyri Real Madrid konstant hevur samskifti við fólk rundanum Neymar, [...] báðir partar halda, at tað kann bera til at skifta til Real Madrid í summar. Í samband við at Neymar hevur verið settur í samband við Real Madrid, eru spurningar settir um Neymar og Cristiano Ronaldo kunnu
Shanghai hevur avgjørt, at fólktatalið í býnum skal avmarkast til 25 milliónir fólk fram til 2035. Hetta skal millum annað gerast við at avmarka møguleikarnar at byggja nýggjar bústaðir. Risabýurin hevur tr [...] Kinesiski storbýurin Shanghai hevur nú lagt ætlan fyri, hvussu fólkavøksturin í býnum skal avmarkast fram ímóti 2035. Tað eru nøkur ár síðani, at fólkatalið í Shanghai fór upp um 20 milliónir fólk, og
Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækni í Vága Læknadømi. Tað er Vága kommuna, ið skrivar um starvssetanina á heimasíðu síni. Sostatt verður Vága læknadømi nú aftur fullmannað [...] í almennum medisini í 2012. Størsti parturin av serlæknaútbúgvingini varð tikin í Føroyum. Hann hevur virkað sum kommunulækni í Keypmannahavn, umframt at hava røkt avloysarastørv sum kommunulækni í eitt [...] Sandoynni. Í 2015 virkaði hann sum deildarlækni í kriminalforsorgini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur Anders Vedelsbøl verið kommunulæknaavloysari í Vága læknadømi, skrivar Vága Kommuna. Anders Vedelsbøl