Shanghai setur mark við 25 milliónir fólk

Kinesiski storbýurin Shanghai hevur nú lagt ætlan fyri, hvussu fólkavøksturin í býnum skal avmarkast fram ímóti 2035.

Tað eru nøkur ár síðani, at fólkatalið í Shanghai fór upp um 20 milliónir fólk, og nú er tað farið at nærkast 25 milliónum.

Býarstýrið í Shanghai hevur avgjørt, at fólktatalið í býnum skal avmarkast til 25 milliónir fólk fram til 2035. Hetta skal millum annað gerast við at avmarka møguleikarnar at byggja nýggjar bústaðir.

Risabýurin hevur trupulleikar við eitt nú luftdálking, ferðslu og vantandi almennari tænastu til tey mongu fólkini í býnum, og tí má fólkatalið avmarkast, heldur býarstýrið.

Fyrr í ár sett kinesiska stjórnin eitt líknandi mál fyri høvuðsstaðin Bejing, sum ikki skal hava fleiri enn 23 milliónir íbúgvar í 2020. Hetta skal millum annað gerast við at flyta almennar fyritøkur út úr Bejing.