Summar Festivalurin hevur 15 ára føðingardag í ár, og hetta varð hátíðarhildið við undirhaldi, tónleiki og ábiti á Vágsbø í dag. Klovnurin Bubu syrgdi fyri undirhaldinum, og Danny Baldursson var eisini har og sang fyri. Nógv fólk var savnað saman, bæði børn og vaksin. Summar Festivalurin hevur skikkað sær væl í ár eftir veðrinum at døma, tí sólin skein í Klaksvík í dag.
Fyrsti Summar Festivalurin nakrantíð var í 2004, og síðan tá hevur hann verið hvørt ár. Boney M og Ken Hensley úr Uriah Heep vóru høvuðsnøvnini hetta árið. Síðan tá hava nógv verðinsnøvn verið á stóra pallinum á Vágsbø, og her kunnu m.a. nevnast Scorpions, Westlife, Robin Gibb, Ronan Keating, Cliff Richard og Twisted Sister.
Sí myndir frá 15 ára føðingardegnum hjá Summar Festivalinum niðanfyri.