Tað tykist eingin ivi vera um, at fyrsta val til nýggjan leikara í Real Madrid í summar er brasilska stjørnan, Neymar, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Paris Saint Germain.
Spanska blaðið, Marca, skrivar í øllum førum, at eitt umboð fyri Real Madrid konstant hevur samskifti við fólk rundanum Neymar, og báðir partar halda, at tað kann bera til at skifta til Real Madrid í summar.
Í samband við at Neymar hevur verið settur í samband við Real Madrid, eru spurningar settir um Neymar og Cristiano Ronaldo kunnu spæla á sama liði. Men sambært talsmanni fyri Real Madrid í Marca, er man ikki í iva um, at tær báðar heimsstjørnurnar kunnu spæla á sama liði.
Skal Real Madrid fáa fatur á Neymar, verður spanska stórfelagið tó noytt til at rinda nógvar pengar fyri brasilsku heimsstjørnuna.