Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin taka ikki undir við stjórnarskipanini.
- Vit hava alla tíðina sagt, at hetta er ikki eitt neyðugt skjal at hava í Føroyum. Um broytingar skulu gerast, kunnu tær gerast í heimastýrislógini. Hendan stýrisskipanin er bara ein fullveldisætlan, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at Sambandsflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum, sum landsstýrið hevur lagt fram annars.
Heldur ikki Fólkaflokkurin tekur undir við uppskotinum.
- Løgmaður hevur í tvey ár roynt at finna eina semju, men hevur ikki megnað tað. So bað hann tingið royna, men tað gekk heldur ikki. Hetta prógvar bara hansara ómegd, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við teir báðar floksformenninar í tíðindunum á FM 1 í dag.