EB/Streymur fer ikki uppfrá av góðu gongdini

(Rás2) Góða byrjanin fær ikki høvuðsvenjaran at seta sær ov høg mál í Betrideildini

EB/Streymur hevur fingið eina rimmar byrjan í Betrideildini. Aftaná trý umfør eru sundalagsmenn næstfremst í Betrideildini við sjey stigum.

 

Í dag vann EB/Streymur 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.

 

Heðin Askham heldur, at burtursæð frá onkrari løtu í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur gott tamarhald á dystinum.

 

Góða støðan hjá EB/Streymi á stigatalvuni fær ikki sundalagsmenn upp at flákra. Teir taka ein dyst í senn, og hóast EB/Streymur hevur sjey stig og HB hevur fýra stig áðrenn liðini møtast um seks dagar, so metir Heðin Askham, at HB er favorittur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham fyrr í kvøld.

 

Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen kann hoyrast HER