Eitt ferðsluóhapp í gjár

Annars hava kavin og hálkan ikki elvt til trupulleikar í ferðsluni

Tað hevur kavað illa og samstundis er tað rættiliga kalt, so tað hevur verið hált at koyrt. Men løgreglan sigur, at tað hava verið lítlir og ongir trupulleikar í ferðsluni, kortini. Seint seinnapartin í gjár gleið ein bilur út av vegnum í Hundsarabotni. Tað var ongin mannskaði, men bilurin liggur enn og verður helst tikin upp í dag. Annars hava tað verið onkur heilt smávegis óhapp, har bilar hava borið við hvønn annan.

 

Løgreglan sigur, at koyrilukindini hava verið eitt sindur lumpislig, tí tað er ikki nógvur kavi á vegnum, men tað hevur havt lyndi til at rúka og at leggjast í smáar fannir á vegnum, og tað kann koma óvart á bilførarar.

 

Hesa tíðina, frá 1. desember til 30. apríl, er tað ólógligt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku.