fyri Hetland og Hebridurnar. Felagsskapurin hevur gjørt vart við, at bretska stjórnin hevur forbrotið seg móti einum EU-direktivi, tí sokallaða ?Habitat direktivinum?, sum snýr seg um at verja og varðveita [...] varðveita ávís viðkvom umhvørvi. Greenpeace hevur víst á, at tað á djúpum vatni millum Hetland og Føroyar finnast koralriv, sum kunnu oyðileggjast, um ein oljuleiting sleppur í gongd. Felagsskapurin hevur tí lagt [...] felagsskapurin at appelera málið við at klaga til Europaráðið, soleiðis at líknandi krøv kunnu verða sett fram, tá stjórnin í framtíðini fer at bjóða út øki.
oddadystur í donsku fótbóltskappingini. FC Keypmannahavn og Silkeborg spældu, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Nocko Jokovic legði Silkeborg fram um 1-0, men stutt fyri leiklok tryggjaði Lars Højer FCK [...] lærinum, og hann var ikki við hjá FCK. Tað gongst serstakliga illa hjá Odense-liðnum OB, og støðan gerst alsamt verri, so hvørt fleiri dystir verða spældir. Týskvøldið spældi OB móti Århus Fremad og tapti [...] fáa vent gongdina á ambitiøsa felagnum, og tað eru tey sum halda, at hann innan stutta tíð fær sekkin. Roald Poulsen avloysti Viggo Jensen sum venjari í OB, og Viggo stendur nú á odda fyri Århus Fremad
nógv varð tosað um trúgv og ávísar samkomur. Og soleiðis spjaddist fylgið, til at enda bert eini fimm fólk vóru eftir, sum tóku undir við stevnuskránni, sum hon varð løgd fram. Tað var sum í Sodoma, helt [...] tá Solidaritetsflokkurin, SF, skuldi verða stovnaður. Og stigtakarin,Dagfinnur Danbjørg, ásannaði beinanvegin, at eingin grund var at halda fram við arbeiðinum. Tað var sum so mangan í Føroyum, at ideologi [...] tey fleiri enn so, at til bar at telja á fingrunum. Og vóru tærnar tiknar við og pressufólkini trekt frá, ja, so leyp av. Rættartrygdin Fyrireikarin, Dagfinnur Danbjørg, býtti á fundinum út eitt blað við
spæla í bestu hondbóltsdeildini eru fimm úr Streymoynni og eitt úr Eysturoy. Norðoyingar, vágamenn og suðroyingar hava einki manslið í hondbólti, og á fleiri av hesum støðum er øskukalt á tí økinum. Hjá [...] gera seg galdandi, og tað er heldur ikki lætt at fáa gongd í aftur, sigur Petur Ove Petersen, formaður í Hondbóltssambandinum. Men HSF ætlar sær ikki bara at standa og hyggja at, og í løtuni verður eitt [...] fyri ungdómsvenjarar og heili 30 fólk vóru á skeiðnum. Sæst aftur hjá ungdómslandsliðunum At støðan er sum hon er í hondbóltinum, og at nógv størsti aktiviteturin er í Streymoynni og Eysturoynni, sæst eisini
Føroyar taka seg støðugt fram á styrkislistanum hjá FIFA. Altjóða fótbóltssamtakið hevur júst almannagjørt ein nýggjan lista, og har taka Føroyar eitt fet uppeftir, og eru nú nummar 116 í heiminum. Tilsamans [...] ovast á listanum, og Spania, sum Føroyar júst hava tapt 3-1 fyri, eru næstovast. Týskland er nummar 3, Kekkia nr. 4, Rumenia nr. 5, Danmark nr. 6 og England nr. 7. Noregi er nummar 12 og Finland nummar 59 [...] ein, Luxemburg og Malta liggja væl aftanfyri okkum í løtuni. Tá árið í fjør var úti lógu Føroyar á 135. plássi, men nú kappingarnar fyri í ár eru av, hava vit togað okkum 19 pláss fram. Brasilia er framvegis
fólk, sum longu hava tikið grundútbúgvingina, og ætla sær longur. Skeiðið verður í B36-húsinum í Havn, og tað verða teir báðir danarnir Knud Aage Nielsen og Max Rasmussen, sum fara at hava skeiðið. Hesir [...] eina ørgrynnu av skeiðum her í Føroyum, og vitja framvegis regluliga. Skeiðið byrjar hósdag 23. oktober kl. 18.00. Hildið verður fram allan fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin á tamb. Av FSF-skrivstovuni
Føroya Bjór sum sponsor og fyrsti vinningur var ein veðrur. Hann varð flettur beint eftir kappingina og vigaði 86 pund. Kappingin byrjaði í ruskveðri klokkan 10.00, og helt fram til kl. 19.00. Skotin vórðu [...] Byrsufelag og seks úr Byrsumúla. Av tí at Byrsumúli hevur havt so vánaliga umstøður at virka undir, hava ongar kappingar verið síðani 1993. Men nú hevur felagið fingið øki at skjóta á aftur, og gongd er [...] vórðu fýra umfør uppá 25 dúgvur í part, og vinnari av hesi kappingini gjørdist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann rakti 78 av 100 dúgvum. Gongd komin á hjá Byrsumúla Finn Ludvig úr Byrsumúla, sum
landinum, og restina av vetrinum fara øll hesi lið at venja regluliga. Talan er um seks samlingar fyri hvørt av hesum liðunum fram til mars mánaða, og næsta summar fara U18 liðini við dreingjum og gentum [...] føddur í 1978 og 1979, meðan hjá U18 gentunum eru spælararnir frá 1979 og 1980. Á U16-liðnum hjá dreingjum eru spælararnir frá 1980 og 1981, meðan genturnar á U16 liðnum eru frá 1981 og 1982. Hondbólt [...] desember, 1. februar, 28. februar og 29. mars. Allar hesar venjingar verða í høllini á Skála. Sigrun hjá U18gentunum Hjá U18 gentunum er Sigrun Mikkelsen venjari, og afturat sær hevur hon Finnur Petersen
Vit uppliva í dag, hvussu vaksnir menn stíga fram og sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin [...] »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey líta á fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt«. Undirritaði kann av sonnum lívsroyndum vitna [...] til at forleingja søkina eins og danski grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar. Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er ikki eiti á, hvussu
eisini onnur feløg og fyritøkur. Her eru skrivstovur hjá Atlantsflogi, Tryggingarsambandinum, Ferðaráðnum og Føroya Banka. Hølini eru væl útgjørd, og góðir møguleikar eru hjá stovnum og fyritøkum at leiga [...] søla fór fram, og meginparturin av peninginum varð bjargaður. »Reint psykologiskt virkaði tað øgiliga væl. Tað vildi verið ein vanlukka, um alt hetta, sum konurnar høvdu sitið og bundið og tøtað fyri [...] røkja. Tað koma nógvir fyrispurningar, bæði frá føroyskum og donskum virkjum og fyritøkum, sum handla sínámillum. Um tílíkt sum tollavtalur og so framvegis. Fyrispurningar koma frá útlendskum fyritøkum