Í døgunum frá 23. til 26. oktober fer Fótbóltssamband Føroya at hava ungdómsvenjaraskeið í Havn.
Hetta skeiðið er fyri tey fólk, sum longu hava tikið grundútbúgvingina, og ætla sær longur.
Skeiðið verður í B36-húsinum í Havn, og tað verða teir báðir danarnir Knud Aage Nielsen og Max Rasmussen, sum fara at hava skeiðið.
Hesir báðir hava havt eina ørgrynnu av skeiðum her í Føroyum, og vitja framvegis regluliga.
Skeiðið byrjar hósdag 23. oktober kl. 18.00. Hildið verður fram allan fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin á tamb.
Av FSF-skrivstovuni hava vit frætt, at fullteknað er til skeiðið.