Føroyar taka seg støðugt fram á styrkislistanum hjá FIFA.
Altjóða fótbóltssamtakið hevur júst almannagjørt ein nýggjan lista, og har taka Føroyar eitt fet uppeftir, og eru nú nummar 116 í heiminum. Tilsamans 192 lond eru á listanum.
Hóast vit hava verið nógv styttri við í altjóða fótbólti enn onnur smá europisk lond, eru vit frammanfyri tey
Lond sum San Marino, Liechtenstein, Luxemburg og Malta liggja væl aftanfyri okkum í løtuni.
Tá árið í fjør var úti lógu Føroyar á 135. plássi, men nú kappingarnar fyri í ár eru av, hava vit togað okkum 19 pláss fram.
Brasilia er framvegis ovast á listanum, og Spania, sum Føroyar júst hava tapt 3-1 fyri, eru næstovast. Týskland er nummar 3, Kekkia nr. 4, Rumenia nr. 5, Danmark nr. 6 og England nr. 7. Noregi er nummar 12 og Finland nummar 59.
FIFA roknar seg hvønn mánað fram til slíkan lista, sum millum annað verður brúktur tá lond skulu bólkast eftir styrki í samband við lutakast.