Leygardagin 4. oktober skipaði Sunda Byrsufelag fyri kapping í skeet-skjóting á breytini hjá teimum norðan fyri Norðskála.
Kappingin hevur Føroya Bjór sum sponsor og fyrsti vinningur var ein veðrur. Hann varð flettur beint eftir kappingina og vigaði 86 pund.
Kappingin byrjaði í ruskveðri klokkan 10.00, og helt fram til kl. 19.00. Skotin vórðu fýra umfør uppá 25 dúgvur í part, og vinnari av hesi kappingini gjørdist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann rakti 78 av 100 dúgvum.
Gongd komin
á hjá Byrsumúla
Finn Ludvig úr Byrsumúla, sum vann seinastu veðrakappingina, sum var í 1993, gjørdist nummar 2 við 74 dúgvum. Nr. 3 gjørdist Adrian Fløtt úr Sunda Byrsufelag við 72 dúgvum.
Tilsamans 16 mans vóru við í kappingini, 10 úr Sunda Byrsufelag og seks úr Byrsumúla.
Av tí at Byrsumúli hevur havt so vánaliga umstøður at virka undir, hava ongar kappingar verið síðani 1993. Men nú hevur felagið fingið øki at skjóta á aftur, og gongd er komin á venjingarnar.
Framyvir fer tí at hoyrast meiri um skjóting aftur, men enn er ikki greitt nær næsta kappingin verður.