Tosaðu niðursetandi um føroyingar

Føroyska Viðskiftastovan í Keypmannahavn merkir av og á kalda luft millum danir og føroyingar. Tað eru serliga embætismenn, sum kunnu koma við niðursetandi viðmerkingum til føroyingar, meðan vanligi danin hevur heilt aðra støðu

Tað vóru nakrir ávísir persónar, sum vendu sær til Føroysku Viðskiftastovuna við ófantaligum viðmerkingum eftir at kreppan rættiliga tók seg upp í 1992 -?93.

Og av og á merktist køld luft, tá vit luttóku á ymsum samkomum, sigur Tryggvi Johansen, føroyskur umboðsmaður í Keypmannahavn.

Serliga vóru tað danskir embætismenn, sum vóru ótrúliga arrogantir, sigur Tryggvi Johansen.

Tað hendi seg meira enn so, at teir komu við stingandi viðmerkingum um Føroyar og føroysk viðurskifti.

Og tað kendist rættiliga niðursetandi at skula taka ímóti, minnist Tryggvi Johansen.

Eisini nógvir danskir vinnulívsmenn vóru rættiliga bersøgnir, meðan kreppan var fyrst í 90?unum. Teir tosaðu og tíggjaðu sær, sum einki skil var á nøkrum sum helst í Føroyum.

Men nú, hendan nýggja kreppan - Bankakreppan - er íkomin, tykist vanligi danin hevur hava aðra støðu til Føroyar og føroysk viðurskifti.

»Teir hava mestsum samkenslu við okkum,« sigur føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn, Tryggvi Johansen.

Tað virkar sum tey halda, at hetta er David, sum er uppi móti Goliati, og eru farin í part við tí lítla.


Nýggj høli

Føroyska Viðskiftastovan í Keypmannahavn flutti tann 1. mai í ár í nýggj høli á aðru hædd í Hovedvagtsgade 8.

Hetta er beint við Strøget og Kongens Nytorv. Stutt frá Magasin du Nord, sum helst fleiri føroyingar, sum hava verið í Keypmannahavn, kenna.

Húsini eru løtt at finna, tí á horninum veittrar føroyski vimpulin.

Hesi hølini eru munandi rúmligari enn tey, sum flutt varð úr á Højbro Plads, sigur Tryggvi Jonhansen.

Í hølunum eru eisini onnur feløg og fyritøkur. Her eru skrivstovur hjá Atlantsflogi, Tryggingarsambandinum, Ferðaráðnum og Føroya Banka.

Hølini eru væl útgjørd, og góðir møguleikar eru hjá stovnum og fyritøkum at leiga til dømis fundarhøli ella maskinur til eitthvørt arbeiði, sum gerast skal.

Á Viðskiftastovuni starvast, umframt Tryggva Johansen, eisini Brynhild Djurhuus og Gurli Dideriksen, meðan Ferðaráðið hevur eitt fólk í starvi. Hinar skrivstovurnar standa enn tómar, men vónandi kemur fólk í tær nakað skjótt, siga tey á Viðskiftastovuni.

Viðskiftastovan í Keypmannahavn verður fíggjað yvir føroysku fíggjarlógini. Játtanin í ár er 1,1 millión.

Tað er øgiliga tepurt, sigur Tryggvi Johansen. Men hann væntar kortini, at tað fer at hjálpa eitt sindur, nú fleiri leigarar eru komnir í hølini, samanborið við, um hvør leigaði í sínum lagi.

Tað er soleiðis, at viðskiftastovan leigar hølini, og leigar so víðari út aftur til teirra, sum eisini húsast undir sama taki.


Nógvar uppgávur

Ein slík viðskiftastova hevur nógvar ymiskar uppgávur at røkja.

Tað koma nógvir fyrispurningar, bæði frá føroyskum og donskum virkjum og fyritøkum, sum handla sínámillum. Um tílíkt sum tollavtalur og so framvegis.

Fyrispurningar koma frá útlendskum fyritøkum, sum til dømis ætla at keypa fisk úr Føroyum.

Umframt, at bæði almennir myndugleikar og privatpersónar hava ymiskt at fregnast um, føroyskum viðurskiftum viðvíkjandi.

Stutt sagt alt viðskifti við allan heimin.

Og tað eru ikki bara í telefonini ella við posti, at fólk samskifta við stovuna. Eisini kemur rættiliga fitt av fólki inn á gólvið.


Kom úr Italia

Vit sita í hugnaligu skrivstovuhølunum hjá Tryggva Johansen og práta um arbeiðið hjá Viðskiftastovuni.

Tað byrjaði í 1973, greiðir Tryggvi Johansen frá, tá hann sum einsamallur maður kom úr Italia, har hann starvaðist tá.

Hann skuldi vera marknaðarráðgevi fyri føroyskar fyritøkur og hjálpa teimum at koma inn á útlendska marknaðin.

Samstundis var í Føroyum sett á stovn ídnaðarstova, sum nógv varð samstarvað við fyrstu árini.

Í Italia var nógv av arbeiðinum at ganga fiskaútflytarum til handa. Serligavarð samstarvað við Fiskasøluna.

Men um ta tíðina, tá Viðskiftastovan lat upp í Keypmannahavn, fóru eisini aðrir at selja fisk úr Føroyum. Og teimum hjálpti Tryggvi eisini, samstundis sum hann framvegis hevði nakað av samstarvi við Fiskasøluna.


Føroyahúsið

Fyrstu árini í Keypmannahavn avdúkaðu ein rættiliga stóran tørv á øðrum virksemi enn tí reint handilsliga.

Trygvi Johansen sigur, at hann var vorðin ein lyklapersónur í Føroyahúsinum.

Tey, sum frammanundan høvdu staðið í fremstu røð, tóku seg aftur at kalla í senn. Tí varð heitt á Tryggva um at taka sær av virkseminum saman við Hans Peturi Weihe og Hervør Nolsøe, sum tá yvirtók formanssessin.

Hetta gjørdist eitt rættiliga umfatandi starv, sigur Tryggvi.

Framman undan var ein ogn keypt í Store Kongensgade, sum ætlandi skuldi brúkast til virksemið hjá Føroyingum í Keypmannahavn.

Men hesi hølini vístu seg at vera púra óegnað, sigur Tryggvi Johansen. Og tað, sum verri var, var, at hendan ognin stóð til at fara á tvingsilssølu við tí úrsliti, at allur tann peningur, sum savnaður var inn í Føroyum gjøgnum sekstiárini til hetta endamálið, hevði farið fyri einki.

Nevndin fekk í ellivta tíma gjørt tað so, at Landsstýrið bjargaði hesum hølunum, soleiðis at ein sjálvboðin søla fór fram, og meginparturin av peninginum varð bjargaður.

»Reint psykologiskt virkaði tað øgiliga væl. Tað vildi verið ein vanlukka, um alt hetta, sum konurnar høvdu sitið og bundið og tøtað fyri í fleiri á, var farið fyri einki,« sigur Trygvi Johansen.

Tann grunnurin, sum æt Færøernes Kvindeforeningsfond, er framvegis til, sigur Tryggvi Johansen, og renturnar, sum komu aftur at í sjeyti- og áttatiárunum, vóru rættiliga høgar.

Tað fæið, sum tá var 400.000 krónur, vaks til umleið hálvaaðru millión, og á tann hátt fingu vit langt um leingi eitt Føroyahús.

Men tað vóru nógvar ósemjur á vegnum, áðrenn komið var hagar til, at húsið kundi lata upp.

Har vóru nógv ymisk áhugamál, sum vildu hava sítt. Ungdómar á ytsta vinstravongi og føroysk kirkja hvørt um annað. Og ikki alt hóskaði so væl saman.

At enda varð so komið til ta niðurstøðu, at best var at taka sakina í egnar hendur. Og tað endaði so við, at Kvinnufelagsgrunnurin og Landsstýrið tóku um endan. »Restin av søguni er kend,« sigur Tryggvi Johansen.


Ráðgeving og ferðing

Men tað vóru nógv onnur ting, sum Viðskiftastovan varð brúkt til umframt reint handilsligar skyldur.

Landsstýrið sjálvt brúkti Viðskiftastovuna nógv til at kanna ymisk viðurskifti, sigur Tryggvi Johansen.

Tað sama gjørdu føroyskar fyritøkur og almennir stovnar.

Serliga nevnir hann tollmál, sum føroyingar tyktust vita lítið um ta tíðina.

Tað var ofta soleiðis, sigur Trygvi Johansen, at stovnarnir í Føroyum ikki høvdu fólk, sum dugdu at svara spurningum, sum høvdu við altjóða viðurskifti at gera. Nógvir slíkir spurningar vórðu vístir til okkara.

Tað gjørdist eitt av teimum stóru arbeiðsøkjunum hjá Viðskiftastovuni bæði í 70?unum og langt upp í 80?ini, at svara bæði stovnum og fyritøkum í Føroyum upp á millum annað tollspurningar. So mátti Viðskiftastovan kanna viðurskiftini í hvørjum einstøkum føri.

»Tað var øgiliga fløkt, tí tá høvdu vit ikki nakrar greiðar handilssáttmálar við EEC,« greiðir Tryggvi Johansen frá.

Tryggvi Johansen var formaður fyri allarfyrstu føroysku ferðamannanevndini, sum sat fyrst í 80?unum.

»Tá var tað soleiðis, at tú tordi næstan ikki at nevna orðið »turismu«, tí tað varð uppfatað meira ella minni sum eitt banniorð,« minnist Tryggvi Johansen.

»Tað er tað jú ikki í dag,« tekur han aftur í aftur.

Tað var ógvuliga ringt at fáa politikkarar at skilja tá, at hetta kundi gerast ein inntøkukelda hjá føroyingum.

Eisini var Tryggvi Johansen við, tá føroyingar av fyrstan tíð fóru út um eingjargarðarnar at kanna møguleikarnar fyri fiskirættindum í fremmandum sjógvi.

Tað var um ta tíðina, tá fiskimarkini vórðu flutt út alla staðni rundan um okkum, og okkara vanligu fiskileiðir ikki vóru atkomuligar meira.

Soleiðis alt í alt kann sigast, at arbeiði hjá Viðskiftastovuni ta tíðina var eitt »sammensurium« av eini rúgvu av tingum.

Tað var tó ikki soleiðis, at Tryggvi Johansen var einsamallur um hesi tingini, leggur hann dent á. Hann var saman við fólki úr Føroyum. Onkuntíð var hann við sum tolkur, tá handilsavtalur vórðu gjørdar í londum sum Týsklandi og Italia, har hann millum annað hevði arbeitt.

Í dag er fiskaútflutningurin skipaður ørðvísi, sigur Trygvi Johansen. Fyritøkurnar luttaka nú sjálvar á messum og stevnum, og útflytararnir hava sjálvir síni sambond, sum teir handla við.

Tó sigur Tryggvi Johansen, at hann hevur gott samband við gamlar kontaktir, serliga í Meðalhavslondunum, sum hann kennir frá tíðini í Italia.

Tryggvi Johansen sigur, at hann, í samband við nýggja bygnaðin hjá Landsstýrinum, hevur sóknast eftir, hvørjar uppgávurnar hjá Viðskiftastovuni og til dømis teirri nýggju, sum setast skal á stovn í Bruxelles, skulu vera.

Tað verður tosað um hetta í løtuni, sigur Tryggvi Johansen. Hann sigur, at tað er heldur ikki fyrr enn nú, at møguligt hevur verið at fingið tílíkt samband í lag um hesi viðurskifti. Tí ikki fyrr enn nú hava menn ásannað, at tað er neyðugt við einum slíkum stovni.


Føroyar í fokus

Eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum, sum vóru í 80?unum, var Færøerne i fokus, sum varð hildið í Forum í Keypmannahavn í 1986. Og har stóð Tryggvi Johansen sum stavnamaður.

»Hetta tiltakið vardi í grundini í eini tvey ár, har arbeitt varð einar tólv tímar dagliga. Viðhvørt eisini um vikuskiftini,« greiðir Tryggvi Johansen frá.

Men tað loysti seg, heldur hann. Og ávirkanin av tiltakinum helt sær í nógv ár eftir, at tiltakið, sum so, var av.

Tað var veruliga ein tiltrongd framsýning av Føroyum, sigur Tryggvi Johansen.

»At tað seinni gekk soleiðis, at politikkararnir ikki kláraðu at stýra landinum, er harmuligt og gjørdi millum annað tað, at alt hetta arbeiði meira ella minni er gjørt til láturs seinni.«


Kreppan

Kreppan kom ikki í 1992, sigur Tryggvi Johansen. Hon byrjaði longu í 1989, men varð ikki útloyst í fullum blóma fyrr enn í 1992.

»Vit vóru tó greiðir yvir longu í 1989, hvønn veg tað bar. Og vit máttu vera sera varin við øllum, vit gjørdu, tí tað kundi skjótt mistulkast. Og tá byrjaði danska pressan at skriva um tey katastrofalu viðurskiftini, sum valdaðu í Føroyum,« sigur Tryggvi Johansen.

Árini eftir framsýningina Føroyar í fokus hava gingið við at umsita kreppuna, sigur Tryggvi Johansen.

»Vit hava ikki hildið tað verið ráðiligt at fara undir nýggj kunningartiltøk, sum líkjast Føroyum í fokus, soleiðis, sum støðan hevur verið,« sigur føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn, Tryggvi Johansen.

Hann heldur, at tað vera skilagott at fáa støðuna meira í rættlag, áðrenn farið verður út aftur at vísa seg sjálvan fram.

»Fyri at kunna selja seg sjálvan ella nakað annað, skal produktið vera í ordan,« sigur Tryggvi Johansen. »Og eftir míni meting, hevur produktið hjá okkum ikki verið í lagi hesi seinnu árini.«

Tryggvi Johansen ávarðar í móti at fara út at selja eina vánaliga vøru, sum keyparin kennir seg snýttan av. Tað ger bara ilt verri. Og við vøru meinar hann í hesum førinum við Føroyar sum so.

Tryggvi Johansen heldur ongan iva vera um, at eftir, at hendan kreppan er fingin afturum, kemur ein uppgerð í viðurskiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Og Heimastýrislógin verður strammað. Tað kann ikki umgangast, sigur hann.

Men hatta málið er tvísíðugt. Vit hava havt rættiliga rúmligar ræsur í Heimastýrislógini. Men hvørki føroyingar ella danir hava livað upp til álitið. Og úrslitið er hareftir.


Vánaligar verkætlanir

Tá ein hevur sitið í so mong ár, sum Tryggvi Johansen, í slíkum starvi, slepst ikki undan, at eitthvørt, sum ikki er so stuttligt, er komið fyri.

Og tá er greitt, at ein skjótt sær, nær ein vøra ella verkætlan er munadygg ella ikki.

Men tað eru tó ikki allir føroyingar, sum hava skilt tað, sigur Tryggvi Johansen. Serliga í teimum góðu tíðunum í 80?unum vórðu heilt garvillar verkætlanir bornar fram, sum hann beinan vegin sá, ikki høvdu ein livandi kjans.

»Eg varð biðin um at hjálpa monnum við ymiskum, sum var heilt úr vón og viti. Og tá eg so bar meg undan, gjørdust teir firtnir.«

Tryggvi Johansen sigur, at tað er rættiliga trupult sum alment settur at sita og vraka slíkar ætlanir.

»Tá er skjótt, at ein kann koma í ringt ljós. Tað er komið rættiliga ofta fyri,« sigur Tryggvi Johansen.

Hann hevur mangan fingið at vita, at hann er bara arrogantur og vil einki hava við hetta at gera. Og tað kann hann saktans. Hann situr jú í føstum starvi í Keypmannahavn.

Men tað hevur mangan víst seg, at verkætlanir, sum Viðskiftastovan ikki hevur vilja hjálpt, eru komnar upp kortini.

Ofta hevur talan verið um føroyskar ídnaðarfyritøkur, sum grundaðar vórðu á stuðul og tollverju.

»Allar tær verkætlaninar eru farnar rabundus,« sigur Trygvi Johansen.

Hugsanin aftan fyri slík projekt var ofta góð nokk, heldur Tryggvi Johansen. men eyðsæð var, at tað bar ikki til.

Tað ljóðaði væl, at ein verkætlan skuldi geva fýra-fimm fólkum arbeiði á einum útjaðaraøki í Føroyum.

»Men sannleikin er, at tað hevði verið nógv bíligar fyri samfelagið at goldið teimum løn í hondina fyri einki at gera.«


Fylgja við

Føroyska viðskiftastovan í Keypmannahavn hoyrir undir føroyska Løgmansembætið.

Ein av uppgávunum, Viðskiftastovan hevur fingið álagda, er at fylgja við tí, sum hendir í politiska lívinum í Danmark.

Tryggvi Johansen, umboðsmaður, sigur, at tey sjálvandi hava sínar keldur, sum upplýsa, hvat hendir her og har. Og tað, sum tey so aftur halda vera vert ella relevant at senda víðari, verður latið Landsstýrinum.

Eisini tað, sum pressan ber fram um føroysk viðurskifti, kemur á viðskiftastovuna.

Tað er soleiðis, at viðskiftastovan fær sendandi allar tær greinar úr donsku bløðunum, sum á einhvønn hátt handla um ella viðgera Føroyar.

Hesar verða síðan kannaðar, og er nakað serligt í teimum, sum føroyskir myndugleikar eiga at vita, verða tær beinanvegin sendar víðari.


Barbarueffektin

Tað ber sjálvandi ikki til at tosa við føroyska umboðsmannin í Keypmannahavn í dag, uttan at nevna Barbaru.

Her hava vit við eitt »bleytari« øki at gera, sigur Trygvi Johansen, og vísir á, at tey fólkini, sum hava meira við mentan enn við handil og politikk at gera, altíð hava verið positivari yvir fyri føroyingum.

Hóast tað er heldur tíðliga at tosa um tað, sigur Tryggvi Johansen, eiga føroyingar avgjørt at nýta Barbarueffektina í ferðamannasamanhangi.

Og tey gleða seg í teimum nýggju, ljósu og hugnaligu hølunum í Hovedvagtsgade at taka móti fyrispurningum og siga fólki frá Føroyum.

Tryggvi Johansen sigur, at hann hevur bara hoyrt positiva umtalu av filminum, og tað eiga føroyingar at taka til sín og fáa nakað burturúr, sigur hann.

Hann heldur, at tað var rætt og væl sæð av Ferðaráðnum, tá Ráðið longu fyri langari tíð síðan fór undir at marknaðarføra Føroyar sum heimstað Barbaru.

Hann rósar eisini Nils Malmros fyri forarbeiðið, hann gjørdi í samband við filmin. Til dømis heldur hann, at tað var rættiliga skilagott, at hann var so langa tíð í Føroyum og kannaði viðurskiftini.

So bera føroyingar seg rætt at, eiga vit at fáa vinning burtur úr hesum møguleikanum á ferðamannaøkinum, heldur Tryggvi Johansen.