FCK framvegis á odda

Fótbóltur: FC Keypmannahavn fekk javnleik í oddadystinum móti Silkeborg

Týskvøldið var oddadystur í donsku fótbóltskappingini. FC Keypmannahavn og Silkeborg spældu, og dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Nocko Jokovic legði Silkeborg fram um 1-0, men stutt fyri leiklok tryggjaði Lars Højer FCK javnleik við frísparksmáli.

Javnleikurin ger, at FCK framvegis er einsamalt á odda í donsku kappingini, Silkeborg er nummar 2.

Todi Jónsson stríðist við skaða í lærinum, og hann var ikki við hjá FCK.

Tað gongst serstakliga illa hjá Odense-liðnum OB, og støðan gerst alsamt verri, so hvørt fleiri dystir verða spældir.

Týskvøldið spældi OB móti Århus Fremad og tapti 3-1. Úrslitið hevði við sær, at OB nú liggur heilt einsamalt í botninum í Superliguni.

Venjarin hjá OB, Roald Poulsen, hevur eina sera trupla uppgávu í at fáa vent gongdina á ambitiøsa felagnum, og tað eru tey sum halda, at hann innan stutta tíð fær sekkin.

Roald Poulsen avloysti Viggo Jensen sum venjari í OB, og Viggo stendur nú á odda fyri Århus Fremad.