Seinasta vikuskiftið varð hol sett á landsliðsarbeiðið við ungdómslandsliðum í hondbólti.
Tá vandu fýra landslið ymsastaðni í landinum, og restina av vetrinum fara øll hesi lið at venja regluliga. Talan er um seks samlingar fyri hvørt av hesum liðunum fram til mars mánaða, og næsta summar fara U18 liðini við dreingjum og gentum til EM-kappingar uttanlands.
Ingi Olsen er venjari hjá U18 landsliðnum við dreingjum, og afturat sær hevur hann Símun Olsen sum hjálparvenjara. U18 liðið skal venja næstu ferð 29. november, tá vant verður á Skála. Restina av venjingunum, sum fyribils eru lagdar til rættis, verða 27. desember, 1. februar, 28. februar og 29. mars. Allar hesar venjingar verða í høllini á Skála.
Sigrun hjá U18gentunum
Hjá U18 gentunum er Sigrun Mikkelsen venjari, og afturat sær hevur hon Finnur Petersen sum hjálparvenjara.
U18-genturnar skulu venja aftur 29. november í Vestmanna. 27. desember venja tær í Runavík, 1. februar í Runavík, 28. februar á Kambsdali og 29. mars á Kambsdali.
Hjá U16 dreingjunum er Sophus Dal-Christiansen venjari. Næsta venjingin hjá hesum liðnum verður 15. november, tá vant verður í Vestmanna. 27. desember verður aftur vant í Vestmanna, 24. januar í Runavík, 15. februar í Vestmanna og seinasta venjingin verður í Havn 29. mars.
Hjá U16 gentunum er Benny Vium venjari. Benny er dani og skal í vetur venja Neistan. Hjálparvenjari hjá U16-liðnum við gentum er Hugo Lykke Larsen.
U16-genturnar venja næstu ferð í Runavík, tað verður 15. november, 27. desember venja tær á Kambsdali, 24. januar aftur á Kambsdali, 15. februar í Runavík og 29. mars í Havn.
Ikki teir somu árgangirnir
Árgangirnir, sum kunnu verða við á hesum landsliðum eru ikki teir somu hjá dreingjum og gentum.
Á U18 liðnum hjá dreingjum eru spælarar, sum er føddur í 1978 og 1979, meðan hjá U18 gentunum eru spælararnir frá 1979 og 1980.
Á U16-liðnum hjá dreingjum eru spælararnir frá 1980 og 1981, meðan genturnar á U16 liðnum eru frá 1981 og 1982.
Hondbóltssambandið vónar, at hesar landsliðsvenjingar fer at hækka støðið á hondbóltinum í Føroyum og skapa størri áhuga millum ung fyri hesi ítróttargrein.