kvæð, kendi tær nykurin náttana lag, veit eg, at tú kemur aftur eins og tú nú fert avstað. So ynski eg tær eina góða ferð, ein bjartan ein sólríkan dag. ------------------------------ Mads Andrias Winther [...] sangurin. Eg segði frá, at nú kom ein yrking av Hans Andriasi, sum eg skuldi royna at syngja ístaðin fyri at lesa, men eg nevndi einki um lagið, tað ætlaði eg skuldi vera ein hemmiligheit, hvør hevði smíðað [...] Hans Andrias skrivaði á. Í krókinum innanfyri borðið stóð ein stór kista. Við hin borðsendan móti hurðini, sum var í sjálvum horninum, stóð ein stólur. Frammanfyri borðinum var Hans Andriasar sessur. Fram
CHE-samgongan undantikin, er ikki annað enn ein gemenur bókhaldari, sum bara staðfestir politiska hugsjónarloysið í turrum tølum, táið ólukkurnar eru hendar. Ein politiskur kompostkassi ella eitt politiskt [...] skiftið ímillum ættarliðini er eisini ein ideologiskur spurningur at taka støðu til, men veruleikin er, at Føroyar hava ímillum lægstu arvagjøld í heiminum, tí er hetta ein sjuntur sum heldur kann skrúvast [...] atkvøtt varð fyri jól í fjør, og tí ber ikki til at taka undir við lántøku til fígging av halli, sum ein ongan lut og als onga ábyrgd eigur av. Tí er einasta logiska rationale, at minnulutin atkvøður ímóti
Klokkan var farin av níggju, tá ið alarmsentralurin fekk fráboðan um, at ein maður lá lívleysur á sjónum beint uttan fyri bátadráttin hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri. Bæði sjúkrabilur og løgregla vóru [...] høvdu lagt til merkis ein mann, ið gekk og spákaði í grótkastinum í Álakeri. Nakað seinni verður borið eyga við lívleysa mannin á sjónum, og tveir mans vóru skjótir at flota ein bát og rógva teir fáu [...] stutta teinin á sjúkrahúsið, og ávegis í sjúkrabilinum vaknaði maðurin við aftur og spýði nógvan sjógv upp, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Vakthavandi upplýsir eisini, at enn er ógreitt,
Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð. Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta [...] vinnandi liðunum. Sambært skipanini skuldu GÍ og LÍF síðsta leygardag havt spælt í Gøtu. LÍF eigur ein heimadyst eftir undan summarfrítíðini. Umstøðurnar lagaðu tað soleiðis, at teir kortini høvdu LÍF dag [...] eydnaðist tað. Áslakur Nesá var arkitektur og avsluttari. Hann dróg skjótt í vinstru, spældi eitt tvey, fekk bóltin aftur og sendi framvið Trygva Olsen. Og so endaði LÍF dagurin við, at øll trý stigini og steypið
eiti á romantisk versión, hann kom við um havnaútbyggingina á Oyrareingjum. Ein fekk nærmast ta fatan, at har skuldi gerast ein "blomsturkassi" við einum pinkulítlum keikanti, og so hendi ikki meira í hesum [...] Veruleikin Fyrst verður upplýst, at tað, sum nú verður gjørt, er ein liður í eini heildarætlan. Hendan ætlan gongur út uppá at byggja ein mola nakrar fáar metrar út frá Signabøslandinum heilt út til núverandi [...] síðsta er sannheit, tí tað vóru helst ikki stórt meira enn hesi 8, sum høvdu sæð alt málið! Eg var ein av teimum 8, sum aftan á at hava hoyrt eitt graml um, at her var nakað kollveltandi á tapetinum, bað
ganga ein mánaði, tá kom telegramm, men tað kundi eg eins væl ikki fingið. Eg hevði verið suðuri í fjøruni og skotið tamspógvar. Eg fekk tveir og mátti leypa á sjógv fyri at fáa hendur á teir og fekk karm [...] skiparin fortaldi, hvat eg hevði lært hann. Eg var so ein mánaða við honum. Hann hevði reypað so, at tá ið eg hevði verið nakrar túrir, kemur ein maður til mín og bað meg kom við einum 50-tonsara, ”Anna” [...] Verdandi skuldi so fara til Akranes, norðanfyri Reykjavík, at keypa fisk uppí lastina. So ein seinnapart var ein skái. Galathea slapp út og kom til Bretlands í øllum góðum. Dagin eftir var veðrið batnað
langir. Leygarkvøldið fekk hann flutning aftur í Eysturoynna. Hann smíðaði bátin í eina viku. Óli Debes var handilsmaður við Gjógv. Hann hevði biðið Hermann abbabeiggja smíðað sær ein lossibát, og tað gjørdi [...] ungur, var eingin hýsa at fáa, vit nóg illa kendu tann fiskin. Hon kom sum ein Guðs gáva eftir einari nátt undir krígnum. Ein morgunin miðskeiðis í bjargavikuni í 1941 var hann sunnan í ættini við nógvum [...] stendur. Sum áður sagt, so róði eg við honum í 13 ár. Eg kenni hann sum mína høgru hond. Hann er ein gongubátur. Ein dygdarbátur. Hann er góður allar vegir, bæði undan og upp ímóti og við seglinum, stívur við
er millum Lopra og Vág. Írarnir høvdu ein hund, sum varð kallaður Lopran. Hann var eisini dripin í Núpinum og blakaður á sjógv, og plássið, har hann rak á land, fekk navnið Lopra eftir honum. Um tað er so [...] bókin hjá Erlingi Poulsen, sum fór undir bókaútgávu í 1990. Nevnast kann, at henda bókin um Lopra eins og tann fyrsta um Víkarbyrgi, er úr Sumbiar sókn. Hinar bøkurnar hjá Erlingi Poulsen eru »Víkarbyrgi«
Skála, har VÍF púrasta óvæntað mátti taka til takkar við einum tapi. Samstundis var hetta byrjanin til ein langan upptúr hjá StÍF, sum eitt skifti førdi tær upp á silvurplássið, men síðani eru tingini kortini [...] verður tað, sum farið verður eftir. Í Vági tykist favorittleikluturin meira greiður, tó at Tjaldur nú fekk nakað av gongd á við sigrinum á Neistanum. VB tykist nevnliga hava fótað sær aftur, eftir at tær annars [...] vikuskifti taptu fyri Tjaldri, mundi tað vera eitt søguligt lágmark hjá bláa kvinnuliðnum í høvuðsstaðnum. Ein grannauppgerð kann tó ikki sammetast við nakað annað, og í júst hesum førinum hevur Neistin seinnu
var spælirúmið hjá mær og tí minnist eg hana eins væl og roykstovuna hjá Massi, har eg kom hvønn dag og sá eldin lýsa og mangan fekk mær ein góðan drýl og ein turran seið. Har inni høvdu Lena og eg sama [...] teimum donsku skónum, sum ikki toldu sjógv, leyp á berum skóleistum frá einum steini oman á sjógv, so at vatnið rakk upp um øklarnar og legði meg fram eftir rommum á ein stein eitt sindur uttarlaga og svam [...] her úti. Ein var Niels úr Kirkjubø. Hann kom ofta inn á gólvið hjá okkum, og mær dámdi hann sera væl, tó at summi søgdu hann vera ikki rættsiktaðan. Tá ið hann hevði fingið sær ein bita ella ein kaffimunn