Kvinnuhondbóltur
Tríggir dystir skulu leikast í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Tveir av hesum tykjast á pappírinum at vera dystir, har tey bæði oddaliðini hava møguleikan at økja um frástøðuna til næstu liðini, og so verður talan eisini um grannauppgerð í Havn.
Oddurin er um at fara
Tá VÍF í grundspælinum hevði sína ringastu løtu í nærum trý ár, var byrjanin til hetta helst dysturin á Skála, har VÍF púrasta óvæntað mátti taka til takkar við einum tapi. Samstundis var hetta byrjanin til ein langan upptúr hjá StÍF, sum eitt skifti førdi tær upp á silvurplássið, men síðani eru tingini kortini blivin meira normaliserað aftur. VÍF tykist nevnliga veruliga hava fingið ferð á seinastu nógvu vikurnar, og tí er einki at ivast í, at tær eru stórfavorittar, tá tær fara inn á Skála sunnudagin.
Hinvegin, so hevur árið víst, at tað ikki gongst soleiðis, sum fólk flest rokna við. Umframt at tær í heyst høvdu eina langa góða periodu, so hevur StÍF eisini av og á tikið oddaliðini á bóli, og tað er einki at ivast í, at tað aftur verður tað, sum farið verður eftir.
Í Vági tykist favorittleikluturin meira greiður, tó at Tjaldur nú fekk nakað av gongd á við sigrinum á Neistanum. VB tykist nevnliga hava fótað sær aftur, eftir at tær annars misti størsta partin av trivaligu leiðslunil, sum tær høvdu eitt skifti. Munurin til VÍF er heldur ikki meira enn eittans stig í løtuni, og tí eru ráðini als ikki til at missa nakað sum helst, so leingi sum VÍF heldur á fram við at vinna sínar dystir, og tí kann Tjaldur rokna við, at uppgávan verður meira enn trupul.
Spennandi grannauppgerð
Seinasti dysturin í kvinnudeildini verður í Havn, har grannauppgerð verður millum Kyndil og Neistan. Skal metast eftir seinastu dystunum, so er einki at ivast í, at Kyndil er greiður favorittur. Ikki endiliga tí Kyndil hevur spælt so fantastiska væl seinastu tíðina, men tað tykist onkursvegna, sum um eitt sindur meira av stabiliteti er komið á liðið í seinastuni. Og so hevur tað eisini gingið av skriðjuni hjá Neistanum seinastu nógvu dystirnar.
Verður sæð burtur frá sigrinum á júst Kyndli tann 15. desember, so skal leitast aftur til 13. november fyri at finna seinasta sigurin, og tá tær seinasta vikuskifti taptu fyri Tjaldri, mundi tað vera eitt søguligt lágmark hjá bláa kvinnuliðnum í høvuðsstaðnum.
Ein grannauppgerð kann tó ikki sammetast við nakað annað, og í júst hesum førinum hevur Neistin seinnu árini havt eina greiða sálarliga yvirvág. Eina yvirvág, sum fleiri ferðir hevur givið úrslit í høpisleysum kyndils-avrikum í grannauppgerðunum, meðan Neistin hinvegin hava spælt við ovurstórum sjálvsáliti. Skal hendan ringrásin brótast, man júst verandi støðan vera ein hin best hugsandi hjá Kyndli, sum í so fall av álvara kann seta kós móti heiðursmerkjum. Hjá Neistanum er hinvegin botnurin og stríðið at koma úr hesum, sum tað snýr seg um. Og móti júst Kyndli síggja tær helst sín besta møguleika at leggja sjógv niður til Tjaldur.